Borgarstjórin í Bagdad myrdur

Vápnaðir menn skutu í gjár borgarstjóran í irakska høvuðstaðnum, Ali al-Haidri

Ali al-Haidri var á veg til arbeiðis gjáramorgunin, tá fleiri vápnaðir menn fóru at skjóta eftir honum og lívverjum hansara. Tá løgreglan kom á staðið, vóru borgarstjórin og ein av lívverjunum deyðir.

Ali al-Haidri er tann hægsti irakski embætismaðurin, sum er vorðin myrdur, síðani ein limur í stjórnarráðnum doyði í einum sjálvmorðsbumbuálopi í fjør. Í september royndu vápnaðir menn at myrða borgarstjóran, men ta ferðina slapp hann við lívinum.

Støðan í Irak er versnað teir seinastu dagarnar. Í gjár doyðu minst tíggju fólk, og 56 vórðu særd, tá ein sjálvmorðsbumba brast í tí sokallaða grøna økinum í Bagdad. Tað er har, irakska stjórnin og amerikanska sendistovan eru. Í einari aðrari bumbuspreinging vórðu minst 16 fólk særd, og fyrradagin doyðu tríggir bretskir hermenn av einari bumbu.