Borgarstjórin býður samstarv

Nýggi borgarstjórin í Miðvági, Napoleon Magnussen, mælir til víðkað samstarv millum kommunurnar í Vágum. Hann rør fram undir eina kommunusamanlegging í oynni

Tað hendir so nógv rundan um okkum, at um vit skulu gera okkum nakrar hugsanir um at vera við í menningini, sum er, er neyðugt við víðkaðum samstarvi og kanska enntá eini kommunusmanlegging í oynni, sigur komandi borgarstjórin í Miðvágs Kommunu, Napoleon Magnussen.
Nývaldi borgarstjroin í Miðvági hevur sum eitt av málunum í komandi valskeiði at menna samstarvið millum kommunurnar í Vágum. Og hann er ikki avvísandi fyri eini møguligari kommunusamanlegging í økinum, sigur hann.
Hann hugsar í tí smabandinum eisini longri enn bara í Vágar. Nevnir møguleikan at seta ein arbeiðsbólk ella líknandi at kanna, hvørjir møguleikar kunnu fáast sman við eitt nú Vestmanna og Kvívík, uttan tó í tí sambandinum at fara so langt sum til beinleiðis samanlegging. Men samstarv má avgjørt vera møguligt har, heldur hann.
?Vit kunnu so undir ongum umstøðum liggja her og draga hvør í sína ætt, um vit skulu vænta at fáa nakað burtur úr hjá okkum, sigur Napoleon Magnussen. Tað skal ein størri eind til at klára seg, sigur hann og vísir til blokkarnar, ið eru at síggja allastaðni rundan um okkum, sum hann tekur til.
?Sundalagið er gingið saman í ein blokk, og Havnin breiðir seg norður til Kolalfjarðar og út á oyggjarnar eisini. So vit noyðast at brúka okkara kreftir í felag, skulu vit vera við í menningin av samfelagnum, sigur hann.
Napoleon Magnussen sigur, at hesar hugsanir eru hansara egnu, og at tær ikki eru viðgjørdar í bygdaráðnum.
Tað er nokk at taka hondina í komandi fýra árini, sigur nýggi brogarstjórin í Miðvági.
Tað liggja óloyst mál, sum tíðin væl er komin til at fáa frá hondini, sigur Napoleon Magnussen. Eitt nú eru tað fleiri vegir, sum liggja soleiðis hálvlidnir. Bæði kommunalir vegir og leivdir frá privatum útstykkingum.
?Vit stillaðu upp á okkara lista við millum betri umstøðum til útróðrarmenninar sum einum høvuðsmáli, sigur Napoleon Magnussen. Og tað verður eisini eitt av aðalmálunum, sum farast skal undir, sigur hann.
Tað eru serliga teimum størru bátunum, trupulleikar eru av í verandi bátahyli. Tað er ikki pláss fyri teimum, sigur Napoleon Magnussen. Men tað er eingin trupulleiki at gera ein nýggjan hyl ella víðka tann verandi, so tað málið kann loysast skilagott, sigur hann.
?Og so mugu vit fáa gjørt tað soleiðis, at vit fáa ein stampagoymslu eisini. Tað kann ikki vera rætt, at tað ikki skal bera til at frysta ein stamp hesumegin vantið, sigur nývaldi borgarstj´roin í Miðvági, Napoleon Magnussen.