Borgarstjórin bíðar

Borgarstjórin í Havn, Leivur Hansen, er sera fegin um valúrslitið, men vil ikki gera nakrar viðmerkingar til eina møguliga komandi samgongu

 

Býráðsval


- Vit hava boðað hinum flokkunum frá, at vit avjørt eru áhugað í samgongusamstarvi komandi valskeiðið.

Somikið greið eru boðini frá Leivi Hansen, virkandi borgarstjóra, tá vit í gjár spurdu hann um, hvørjar møguleikar hann sær fyri at koma í samgongu komandi valskeiðið.

Spurdur um tað kanska kann hava sína ávirkan, at Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin samstarva landspolitiskt, vil Leivur Hansen ikki gera nakra viðmerking.

- Handan spurningin havi eg ongar viðmerkingar til. Vit eru sum sagt opin fyri øllum møguleikum, sigur borgarstjórin.


Fegin um úrslitið

Annars er Leivur Hansen sera væl nøgdur um úrslitið av valinum týsdagin.

- Hetta er besta val nakran tíð hjá Tjóðveldisflokkinum, og tað eru vit sjálvandi fegin um. Framgongdin hevur verið 100% í mun til undanfarna val, og ikki minst eri eg fegin um tað álit, sum er sýnt mær í hesum sambandi, sigur Leivur Hansen at enda.