Heðin Mortensen, borgarstjóri og formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, er fegin um, at Fakfelagssamstarvi fór ikki í verkfall.
Tað sigur hann við heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu.
- Tað er ikki órímiligt heldur, at tey hava fingið hatta eina prosentið í lønarhækkan, men vit høvdu ikki klárað meira, sum fíggjarstøðan er, sigur hann.
Hann vísir á, at býráðið má leita eftir pengum í fíggjarætlanini fyri 2011.