Borgarstjóri átalar miðsavning av løgregluni

Borgarstjórin í Klaksvík átalar nú harðliga ætlaðu miðsavningina av løgregluni í Føroyum og biður landsstýriskvinnuna steðga tí, sum borgarstjórin kallar ágangi ímóti Klaksvík Bygnaðarbroytingar eru á veg í løgregluni, og líkt er til, at løgreglan verður miðsavnað meira í Havn.

Tað dámar borgarstjóranum í Klaksvík, Gunvá við Keldu, illa.

- Eg vil harðliga átala hesa mannagongd. Klaksvíkar Kommuna er als ikki hoyrd í hesum álvarsmáli. Tí er tað sera ørkymlandi at frætta, at embætisfólk fremja leikirnar í hesum talvi, meðan vit fólkavaldu verða sett á síðulinjuna, sigur Gunvá við Keldu.

Hon heitir á Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í innlendismálum, og landspolitikkarar at forða áganginum, sum hon kallar tað.