Paulo Maluf, fyrrverandi borgarstjóri í brasilska stórbýnum Sao Paulo, er dømdur sekur í umfatandi korrupsjón og stuldri. Dómurin bleiv kunngjørdur í rættinum á bretsku oynni Jersey, men Maluf var ikki hjástaddur.
Sambært dóminum hevur Paulo Maluf (myndin) flutt pengar av kontum hjá kommununi í Sao Paulo til sína egnu bankakontu á Jersey, ið er eitt sokallað skattaparadís. Hetta gjørdi hann ígjøgnum nøkur ár, og hesi árini flutti hann sær sjálvum meiri enn 60 milliónir krónur.
Paulo Maluf, sum er farin um tey 80 árini, er eisini ákærdur í rættinum í New York, og Interpol hevur kravt, at hann verður tikin. Hann gongur leysur í Brasil, men fer hann av landinum, verður hann tikin alt fyri eitt, skrivar Reuters.