Borgarstjóri Reykjavíkar gestarøðari

Tá konsert var í kvøld í samband við Faroe Pride tiltakið hjá LGBT, var tað Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, ið fagnaði og setti tiltakið.

Eitt sindur litríkari var tó gestarøðarin, ið er borgarstjóri Reykjavíkar, Jón Gnarr. Hann kom litríkur á pall í ljósareyðum klædningi, røðuna hevði hann skrivað sær á i-pad, og hon varð býtt út á pappíri millum áhoyrarar í føroyskari útgávu.

Jón Gnarr fagnaði tiltakinum, og fegnaðist m.a. um stuðulin, sum tiltakið og LGBT fær frá Tórshavnar Kommunu.

Tróndur Vatnhamar, vælupplagdur og skemtiligur pallvertur, kundi ikki lata møguleikan fara framvið, men minti á, at Gnarr var valdur til borgarstjóra uppá mong skemtilig vallyftir, m.a. at fáa eina ísbjørn í djóragarðin, og - helt Tróndur - at hetta kanska var nakað hjá Heðini Mortensen at hugsa um, nú vit hava valár.