Borgarstjóri á odda

Tann umstríddi borgarstjórin í Meksiko býi, Andres Manuel Lopez Obrador, tykist hava bestu møguleikarnar at vinna meksikanska forsetavalið, sum verður í næstum.

Tann seinasta meiningakanningin vísir, at 32 prosent av veljarunum styðja borgarstjóran. Tað eru seks prosentstig færri enn í einari kanning í apríl, men kortini er hann framvegis tann, sum hevur størstu undirtøkuna ímillum veljararnar.

Orsøkin til afturgongdina er, at fleiri aðrir politikarar hava ávarað veljararnar ímóti at velja borgarstjóran, sum er undir illgruna fyri svik. Tey atfinningarsomu hava roynt at forða honum í at stilla upp, men higartil til fánýtis, skrivar AP úr Meksiko býi.