Borgarstjóri í geglið

Ein dómstólur í Afghanistan hevur dømt Ahad Sahebi, borgarstjóra í høvuðsstaðnum Kabul, fýra ára fongsul fyri korrupsjón. Borgarstjórin var ikki í rættarhølinum, tá dómur fall, og sambært fjølmiðlunum vita myndugleikarnir ikki, hvar hann er.

Ákæruvaldið sigur, at Sahebi hevur misbrúkt nógva almennan pening. Hann er tann fyrsti embætismaðurin, sum er dømdur síðani forsetavalið í heyst.

Eygleiðarar vænta, at fleiri koma afturat, tí umheimurin hevur kravt, at Hamid Karzai, forseti, skal gera enda á teirri ovurstóru korrupsjónini í almennu umsitingini.