Borgarstjóri errin av G!

- Aðrar bygdir hava stevnur og ymiskar festivalar. Vit hava G! Festivalin í okkara kommunu, sum er eitt rættiliga stórt og umfatandi tiltak, ið eg sum borgarstjóri í kommununi eri glaður fyri – og ikki minst errin av, sigur Jóhan Christiansen

ERRIN

- Eysturkommuna stuðlar grunninum aftanfyri G! Festivalin við 200.000 krónum, og vit kunnu siga, at kommunan soleiðis rindar seg burtur úr hesum. Hinvegin syrgja vit fyri, at ruddiligt er kring um í Gøtu, har festivalgestir koma. Vit sláa gras, seta upp flaggstengur og royna at hava alt so nossligt sum tilber.
Tað sigur borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, sum er uppvaksin í Leirvík, men hevur mammu úr Gøtugjógv og soleiðis eigur nógvar góðar løtur sum smádrongur og uppveksandi í hesi bygd millum báðar ”gøtirnar”.
Nú situr hann sum borgarstjóri í samanløgdu kommununi við skrivstovu við Gøtugjógv.

Errin borgarstjóri
- Aðrar bygdir hava stevnur og ymiskar festivalar. Vit hava G! Festivalin í okkara kommunu, sum er eitt rættiliga stórt og umfatandi tiltak, ið eg sum borgarstjóri í kommununi eri glaður fyri – og ikki minst errin av.
Jóhan Christiansen heldur fyri, at tað vil altíð vera onkur sum heldur, at hetta tiltak er ov stórt og ógvusligt.
- Men eg haldi, at fólk sum heild eru fegin og errin av, at G! Festivalurin er vorðin eitt afturvendandi tiltak í kommununi, sum við tíðini er vorðið ógvuliga væl fyriskipað – og skipað við øllum tí, sum hoyrir til eitt so umfatandi tiltak, sigur hann.

Øll vælkomin
Borgarstjórin í Eysturkommunu bjóðar øllum at vera vælkomnum til bygdar, nú hetta stóra tiltak, sum G! Festivalurin er, enn einaferð verður reist á føtur.
- Vit fara eftir førimuni at taka væl ímóti øllum gestum, sum vitja okkum hesar dagar, festivalurin varar – og øll skulu vera hjartaliga vælkomin, sigur Jóhan Christiansen.