Borgarstjóri: -Eitt valdømi tænir heildini

Í farnu viku legði tingformaðurin, Edmund Joensen, fram uppskot um Føroyar sum eitt valdømi. Eitt uppskot sum er bæði rætt og neyðugt sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri Í viðmerking til uppskotið sigur Heðin Mortensen at tað er rætt, tí tað skapar eina valskipan, har allar atkvøður viga líka. Landafrøðiliga umboðanin í verandi valskipan er minni viðkomandi í dag, nú landið nærum alt er bundið saman, og virkar sum ein búskaparlig eind sigur borgarstjórin.

Hann heldur fyri, at skulu vit menna okkum sum nútímans samfelag er neyðugt at hugsa heildarliga ? og fyrsta treytin fyri tí er eitt ting, sum arbeiðir fyri skilagóðari útbygging um alt landið og á øllum samfelagsøkjum.

-Halda vit fram við verandi skipan, fer tað at tálma framburðinum, tí hugsað verður fyrst og fremst lokalt og ikki um heildina. Vit síggja alt ov ofta, at avgerðir mangan verða órationellar, og merktar av negtivari motivatión. Viðhvørt velur tingið heldur onki at gera, enn at gera nakað í miðstaðarøkinum, og ótald dømi eru um evni, sum ongatíð koma á dagskránna av somu orsøk. Ein landsplanur ? ella skipað útbyggingarætlan í høvuðsheitum fyri alt landið - er bert eitt dømi.

Heðin Mortensen sigur, at vit mugu koma burtur úr hugsanini um, at miðstaður og útjaðari eru mótsetningar. Pláss er fyri báðum, og landinum tørvar bæði. Landið hevur ikki ráð til, at vit hugsa um okkum sjálvi í mótsetningum. Eitt miðstaðarøki við framburði gevur fíggjarligan møguleika fyri struktureraðum útjaðarapolitikki. Heildarhugsan ger tað møguligt.