? Eg havi enn ikki fingið nóg góðar grundgevingar fyri, at tað er betri at leggja kommunurnar við Skálafjørðin saman, sigur Eivind Jacobsen, sum hevur verið borgarstjóri á Strondum síðan valið.
Hann heldur, at tað ber ikki til at tosa um at kappast við miðstaðarøkið, tí munurin er somikið stórur, at tað er líka mikið, um kommunan telur 2000 ella 4000 íbúgvar.
? Smærru kommunurnar skulu ikki apa sær eftir Havnini, men tær skulu finna uppá okkurt annað alternativ.
Hann leggur afturat, at orsøkin til samanlegging er, at kongaríkið hjá onkrum er ov lítið, og tí vilja teir leggja meira inn undir seg. Eivind er eisini bangin fyri, at alt fer at enda í Runavík, og at smærru plássini gerast taparar.
Enn hevur eingin fríggjað til Strendur um hjúnaband. Eivind fer ikki at venda einum slíkum uppskoti bakið beinanvegin, men hann skal hava frægari grundgevingar enn hesar.