Borgarstjóraval í Vágum

Allir tríggir borgarstjórarnir, sum stillaðu upp til kommunuvalini í Vágum, fingu flestar persónligar atkvøður, har teir stillaðu upp

Vágaborgrstjórarnir, Rósa Samuelsen, Jóan Pauli Federiksen og Jógvan Páll Joensen, fingu øll trý flestar atkvøður í bygdunum, har tey stillaðu upp.
Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Sandavági, hevði eina prosentvísa framgongd upp á 98 prosent í mun til seinasta kommunuval.
Jóan Pauli Frederiksen, borgarstjóri í Miðvági, hevði eina framgongd upp á heili 105 prosent í mun til seinasta val.
Triði borgarstjórin, sum uppstillaður var, var Jógvan Páll Joensen, borgarsjtóri í Bíggjar Kommunu, sum nú verður løgd saman við Sørvágs Kommunu. Hann stillaði tí upp í Sørvági, har hann fekk flestar persónligar atkvøður. Verður bert hugt at talinum í Bø, hevði Jógvan Páll Joensen eina framgongd upp á 94 prosent í persónliga atkvøðutalinum í bygdini. Tó skal vimerkjast, at hann var einasta valevni í Bø til bygdarráðið í Sørvági.
Fjórði borgarstjórin í Vágum, Eivin Jacobsen, borgarstjrói í Sørvági stillaði ikki uppaftur til kommunuvalið hesaferð.
Kynsbýtið í Vágum er eitt sindur broytt í mun til seinasta val.
Í Sandavági stendur við. Har var borgarstjórin, Rósa Smauelsen, einsamøll kvinna i bygdarráðnum. Tað er hon eisini eftir valið týsdagin.
Í Miðvági sótu fýra kvinnur í gamla bygdarráðnum. Tvær teirra stillaðu ikki uppaftur, og ein varð ikki afturvald. Eftir sitir nú tann fjórða sum einsamøll kvinna í bygdarráðnum í Miðvági.
Í Sørvági sat ein kvinna í fráfarandi bygdarráði. Hon varð ikki afturvald. Men tvær aðrar eru nývaldar. Sostatt er kvinnuliga umboðanin í Sørvági tvífaldað. Tó skal viðmerkjast, at í Mykinesi var ein kvinna í bygdarráðnum, sum nú ikki er til meira, tí Mykines er løgd saman við Sørvági. Kvinnuligi bygdarráðslimurin í Mykinesi stillaði ikki uppaftur.