Borgarstjóraskifti

27. juli fekk Eiðis kommuna nýggjan borgarstjóra, tá Tom Joensen tók við sum fyribilsborgarstjóri. Hetta er aðru ferð í hesum valskeiðinum, at kommunan skiftir borgarstjóra. Eftir valið í 2004 gjørdist Tordur Niclasen borgarstjóri, men hann segði seinni starvið frá sær, og í hansara stað kom Annfinnur Kruse. Nú hevur eisini hann seg seg frá, og fyri hann hevur bygdaráðið valt Tom Joensen. Hann var varaborgarstjóri frammanundan.