? Tað eru fleiri fólk, sum hava fýlst á mína avgerð um at fara í landsstýrið og taka meg aftur sum borgarstjóra heima á Sandi, sigur Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður við almannamálum seinastu knøppu tvey árini.
Tað er eingin loyna, at Páll á Reynatúgvu fær flest atkvøður í heimbygdini á Sandi, og tá hann tók seg úr starvinum sum borgarstjóri, misti hann nakað av undirtøku á staðnum.
Páll hevur verið valdømisvaldur tingmaður hjá tjóðveldinum tvey tey seinastu valini, men nú stendur hann fyri falli. Tað er tó sera hørð kapping millum Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin um tann næsta mannin aftanfyri Javnaðarflokkin.
Páll á Reynatúgvu skilir væl, at fólk á plássum sum Sandoynni heldur vilja satsa uppá ein politikara, sum førir seg fram sum lokalpolitikara. Hendan møguleika hevur hann ikki havt á sama hátt, nú hann hevur sitið í landsstýrinum heldur enn í tinginum. Páll leggur tó dent á tey framstig, sum eru gjørd á farleiðini millum Sandoynna og miðstaðarøkið.
? Vit hava fingið nýtt skip, ferjulegurnar eru útbygdar og vegurin millum Havnina og Gomlu Rætt er júst upplatin, sigur Páll um avrik samgongunnar fyri hansara valdømi. Eisini vísir hann á ætlanirnar um ein list- og ítróttarskúla á Sandoynni, sum peningur nú er játtaður til.