Borgarstjórarnir við Skálafjørðin mótmæla ætlanini at lata tað almenna gera Skálafjarðartunnilin Borgarstjórarnir í Runavíkar kommunu, Sjóvar kommunu og Nes kommunu mótmæla nú ætlanini at lata tað almenna gera undirsjóvartunnilin millum Eysturoynna og Streymoynna. Í kvøld hava teir sent út soljóðandi yvirlýsing:
-Borgarstjórarnir við Skálafjørðin mótmæla harðliga ætlanunum, at leggja Skálafjarðartunnilin í eitt alment partafelag.
Vit heita á landsins myndugleikar, um at halda seg til løgtingssamtyktina, sum gevur landstýrismanninum í vinnumálum heimild til at fara í samráðingar við eitt privat felag, um at gera fast samband millum Skálafjørðin og Suðurstreymoy, og fast samband um Skálafjørðin.
Hans Jacob Lamhauge borgarstjóri, Runavíkar kommuna, Malena Thomsen, borgarstjóri, Sjóvar kommuna og Símun Johannesen borgarstjóri, Nes kommuna.