Borgarstjórarnir í Útnorði hittust

Í síðstu viku hittist grunnurin fyri Nuuk-Reykjavík-Tórshavn í høvuðsstaðnum. Grunnurin hevur til endamáls at geva pening til persónar, fyritøkur, ítróttarfeløg, virkir ella líknandi, ið arbeiða fyri at styrkja samstarvið millum teir tríggjar høvuðsstaðarnar í Útnorði

? Aðalmálið hjá grunninum er at veita pening til størri fatan millum teir tríggjar høvuðsstaðarnar, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri.
? Hvørt árið leggur hvør kommuna minst 100.000 krónur í grunnin, sum vit síðani býta út til umsøkjararnar. Ein og hvør kann søkja, men tað skal verða í tráð við endamálsorðingina.
Í ár hittist grunnurin so í Havn, og næsta ár kemur grunnurin saman í Reykjavík. Soleiðis verður skift um at hittast í teimum trimum høvuðsstøðnunum.
? Ein kann siga, at hetta er eitt vinarbýarsamstarv við einum endamáli. Tá talan er um vinarbýir kemur ein sum oftast saman fyri at hugna sær og práta saman, men í hesum sambandi hava vit so eina orsøk.
Jan Christiansen sigur, at á henda hátt kann ein eisini skapa sær sambond til embætisfólk í høvuðsstøðunum.
Allir borgarar í kommunum kunnu søkja, men grunnurin hevur tilskilaðan rætt til at nokta at lata pening og hevur eisini rætt til at geva alla peningaupphæddina til ein persón, ítróttarfelag virki ella annað.
? Ein slíkur grunnur styrkir samstarvið millum høvuðsstaðirnar, sigur Jan Christansen at enda.