Í sambandi við, at ST hevur lýst 2010 av verða lívfrøðiligt margfeldisár, eru allir borgarstjórar í Føroyum kosnir sum verjar hjá ymsum fugla- og blómusløgum. Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, er kosin verji fyri drunnhvítanum, ið sum kunnugt finst í heimsins størstu koloni í Nólsoy.
Sune Jacobsen, borgarstjóri í Sørvági, er eisini ógvuliga hóskandi settur sum verji fyri súluni í 2010, meðan Veronika Petersen, borgarstjóri í Hvannasundi, er kosin verji fyri hvonn.
Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík, skal restina av árinum eftir førimuni verja rótmikla dreymsólju, meðan Zacharias Zachariasen, borgarstjóri í Fugloy, skal fjálga um láturkópin.
Ein einstakur fiskur er sloppin upp í part í úrvalinum, sum Føroya Náttúragripasavn hevur staðið fyri. Tað er bleikjan, sum Dánjal Petur Müller, borgarstjóri í Kvívík skal standa sum verji hjá árið út.
Allir 30 borgarstjórarnir hava fingið postkort sendandi, undirsrivað av Anniku Olsen og Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnum, har boðað verður frá, at borgarstjórarnir eru settir sum verjar fyri ávíst fugla-, blómu- ella fiskaslag, og at teir hava hendan heiðurin so leingi lívfrøðiliga margfeldisárið varar.