- Tað er í fínasta lagi, at vit viðgera spurningin um at leggja kommunurnar í Suðuroy saman.
Tað halda borgarstjórarnir í Suðuroy.
Men hinvegin eru teir hvørki samdir um treytirnar fyri eini samanlegging ella um, hvussu skjótt hetta skal ganga fyri seg.
Spurningurin um at leggja kommunurnar í Suðuroy saman í eina kommunu, er aftur settur á dagsskrá eftir at kvinnufelagið, Valkyrjurnar, mikukvøldið skipaðu fyri almennum fundi um kommunusamanlegging.
Eitt høvuðsevnið á fundinum var eitt arbeiðsrit hjá granskingardeplinum fyri samfelagsgransking, har teir mæltu til eina skjóta tilgongd, har kommunustýrini long í næstu viku skuldu taka støðu til spurningin og er undirtøka fyri samanlegging, skuldi ein arbeiðsbólkur fara til verka beinanvegin.
Arbeiðsbólkurin skuldi vera liðugt longu í februar og fólkaatkvøða skuldi vera í mars. Tekur meirilutin undir við samanlegging, skuldi øll Suðuroy vera ein kommuna longu tann 1. januar í 2010.
Sosialurin hevur tosað við alla seks av teimum sjey borgarstjórunum í Suðuroy, men Elin Nielsen, borgarstjóri í Fámjin, kundi ikki gera viðmerkingar við so stuttum skotbrái.
Tann sjeyndi borgarstjórin, Kirstin Strøm Bech í Vági, vil hava alla oynna í eina kommunu, men ikki fyrrenn eftir valið, tí í hesum býráðnum er hon bundin av eini samtykt um, at verður samanlegging í Suðuroy, skal oyggin verða tvær kommunur
Allir hinir fimm borgarstjórarnir eru sinnaðir at taka spurningin upp og summir av teimum enntá fegnast um, at samanlegging aftur er komin á dagsskrá.
Men sum tað sæst í viðmerkingunum frá borgarstjórunum, halda teir ikki, at tað kann ganga so skjótt sum granskingardepilin hevur stungið út í kortið og tað eru eisini ymsar mannagongdir, teir eru ósamdir um.
Trupulleikin er Vágu og Tvøroyri
- Sjálvur havi eg altíð hildið, at øll Suðuroy verður ein komuna.
Tað heldur borgarstjórin í Sumba.
Hann hevur varhugan av, at hetta er eitt sjónarmið, sum semja er um í bygdaráðnum, tó at tað ikki er beinleiðis viðgjørt.
Fólkaatkvøða hevur verið í Sumba um leggja saman og tá tóku næstan 70% undir við, at Suðuroy verður ein kommuna og borgarstjórin heldur, at meiriluti er framvegis fyri samanlegging.
Hann tekur undir við, at ein arbeiðsbólkur verður settur at viðgera spurningin.
Men í hansara hugaheimi er tann stóri trupulleikin at fáa vágbingar og tvørafólk at semjast um eina samanlegging.
- Verða Vág og Tvøroyri samd, koma hinar kommunurnar eisini við, ivast Niclas Hentze ikki í.
Hann er samdur við teimum sum siga, at tað verður tað komandi bygdaráðið, sum skal taka støðu, tí hann heldur, at tað verður ov knapt til hetta valið.
- Fæst semja um tað, átti tað at borið til at havt kommunuval til eina felags kommunu um eitt ár, sigur hann.
Í hansara hugaheimi eigur samanleggingin at verða framd, ongantíð ov skjótt.
Hann skilir sjónarmiðið, um at kommunur, sum eru væl fyri aftra seg við at leggja saman, tí tær vilja helst brúka peningin í bygdini.
- Men í tí stóru heildini munar hetta ikki so nógv og kommunusamanleggingin má síggjast í størri samanhangi enn so, heldur hann.
Upp á tíðina
- Tað er bara gott, at lív kemur í aftur kjakið um at leggja kommunurnar saman.
Tað heldur Eli Frederiksen, borgarstjóri í Suðuroy.
Hann heldur, at kommunurnar í Suðuroy eiga at taka stigið sjálvar, heldur enn at landsstýrið ger tað.
Hann heldur, at gera suðuroyingar tað sjálvir, fáa teir sett síni fingramerki á og hann heldur somuleiðis, at samanleggingin fer at smakka betri, verður hon sjálvboðin, heldur enn við tvingsli.
Ein grundgeving ímóti samanlegging er, at tað er so ymiskt, hvussu kommunurnar eru fyri fíggjarliga.
Hann heldur, at tað er eitt ómøguligt krav, at allar kommunurnar skulu vera á jøvnum føti og tað kann ikki forða fyri eini samanlegging.
- Samanleggingin má síggjast í størri samanhangi enn tað.
Sjálvur tekur hann fult undir við, at Suðuroy verður ein kommuna, tí hann heldur, at fyrimunirnir eru nógv størri enn vansarnir, men annars hevur bygdaráðið í Porkeri ikki viðgjørt spurningin.
Hinvegin heldur hann ikki, at tað ber til at bera so skjótt at, sum tað varð lagt upp til í Vági.
- Bygdaráðið, sum nú situr, fer neyvan at taka støðu til samanlegging, tí tað haldi eg, at tað næsta bygdaráðið skal gera.
- Nú haldi eg ikki, at samanleggingin skal skundast ígjøgnum, tí tað má taka tað tíð, tað tekur og tað er í øllum førum meiri enn vika.
Annars heldur Eli Frederiksen, at tilgongdin má vera so, at kommunustýrini í Suðuroy semjast um eitt uppskot til ein sáttmála um samanlegging og at hann so verður lagdur fyri kommunurnar og til fólkaatkvøðu. Hann heldur ikki, at nakað kommunustýrið hevur nakað ímóti, at eitt slíkt arbeiðið verður sett í verk.
Men hann heldur ikki, at tað verður sett í verk fyrrenn nýggj kommunustýri verða vald, tí tað mugu vera tey, sum eru tey røttu at taka avgerðina.
Noydd at leggja saman
- Í Hovi hava vit onki ímóti, at kommunurnar í Suðurouy verða lagdar saman. Men kravið er, at øll oyggin skal vera ein kommuna.
Delmar Tausen, borgarstjóri í Hovi, sigur, at bygdaráðið í Hovi vil ikki vita av, at Suðuroy verður tvær kommunur.
Hann heldur, at tað slepst ikki undan samanlegging, men hann fýlist á, at tey vita alt ov lítið um, hvat ein samanlegging inniber og, hvør lagnan hjá Hovi verður eftir tað.
Annars heldur hann, at tað hevur týdning fyri tilgongdina fram ímóti eini samanlegging, at borgarstjórin í Vági hevur broytt støðu og nú tekur undir við at leggja alla oynna í eina kommunu.
Delmar Tausen sigur, at bygdaráðið fer helst at viðger spurningin í næstum.
Fólkaatkvøða um samanlegging
- Tað er bara positivt, at kommunusamanlegging aftur er sett á dagsskrá í Suðuroy.
Tað heldur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri.
Men hann ivast í, hvussu rætt tað er at seta ein arbeiðsbólk at viðgera málið nú, tí væntandi er, at útskiftingar verða í bý- og bygdaráðunum.
Hinvegin heldur hann, at tað er sjálvsagt, at ein fólkaatkvøða verður um samanlegging, samstundis sum kommunuvalið er í næsta mánað.
- Verður meiriluti fyri samanlegging, hevði tað givið komandi bygdaráðnum eina heimild at arbeitt víðari út frá. Er ikki meiriluti fyri, er onki at fara víðari við.
Hann sigur, at kommunuvalið er eitt gylt høvi til eisini at fáa eini 80% - 90% av suðuroyingum at siga sína hugsan um kommunusamanlegging, tí tá skulu teir á val kortini.
- Úrslitið av tí hevði verið eitt gott støði hjá næstu kommunustýrunum at arbeitt út frá.
At seta arbeiðsbólk nú, áðrenn vit vita, hvat fólkið heldur, er lítil meining í, heldur hann.
Er meiriluti fyri samanlegging, er at seta gongd á arbeiðið, ongantíð ov skjótt.
Hann heldur ikki, at borgarin veit ov lítið til at taka støðu, tí fyrimunirnir eru so sjónligir.
- Vit eru ein útjaðari og støðan versnar alsamt. Bara tað, at vit hava sjey umsitingar til knapt 5000 fólk sigur meiri enn nokk um, hvussu neyðugt tað er at leggja saman.
Hann skilir væl, at kommunur, sum eri betri fyri, ivast í samanlegging. Men hann heldur, at tær hava so høvi at brúka pengarnar til skilagóðar íløgur í heimbygdini, áðrenn samanleggingin verður veruleiki.
Í Tvøroyrar Býráðið er annars full semja um, at øll Suðuroy skal verða ein kommuna.
Neyvan fyrimunur fyri Hvalba
Otto West, borgarstjóri í Hvalba, er púra avgjørdur um, at skulu kommunur í Suðroy leggja saman, skal øll oyggin vera ein kommuna og hann hevur fatan av, at hetta eisini er støðan hjá bygdaráðnum. Kortini ivast hann í um samanlegging er nakar fyrimunur um Hvalba og hann kann undir ongum umstøðum taka undir við upplegginum frá granskingardeplinum um, at kommunurnar skulu ikki binda seg til fleiri íløgur hiðani og til samanleggingin er framd.
- Vit ganga undir ongum umstøðum undir við steðga øllum útbyggingum í Hvalba, sigur hann.
Otto West vísir á, at Hvalbiar Kommuna er væl fyri við einum 10 milliónum á bók og hann góðtekur als ikki, at hvalbingar bara skulu avlevera peningin í ein felags kommunukassa. Hann heldur, at kommunurnar eru alt ov ójavnt fyri fíggjarliga, tí Vágur og Tvøroyri skylda stórar upphæddir og tað holið skal ikki fyllast við tí, hvalbingar hava spart.
Harafturat hava hvalbingar longu verið við til at sanera skuld hjá Hvalba ogTvøroyri eina fer áður. Tað var í kreppuni í nítiárunum, at tær ringast staddu kommunurnar vórðu saneraðar fyri at koma upp undan aftur.
Tí verður tað eitt krav frá Otto West, at peningurin hjá Hvalbiar Kommunu, verður brúktur til útbyggingar í Hvalba. Tað kundi verðið brúkt til bátahylin, sum tey hava tosað um í bygdaráðnum, til at gera skúlan tipp-topp ella til at fríðka um bygdina. Hinvegin ásannar hann, at peningurin skal ikki brúkast til íløgur, sum fara at føra áhaldandi rakstrarútreiðslur við sær.
Undir hesum fortreytunum, at kommunurnar leggja saman á fíggjarliga jøvnum føti, hevur hann onki ímóti at leggja kommunurnar saman
Annars dugir hann ikki at síggja, hví samanleggingin skal hava slíkan skund.
- Eru vit samd um at leggja saman, kunnu vit brúka eini tvey ár um at gera tað ordiligt og so at kommunurnar koma upp í felags kommununa á jøvnum føti, sigur hann.
- Sum støðan er nú, eru Vágur og Tvøroyri so illa fyri, at tað fara at ganga nógv ár, áðrenn hvalbingar fáa nakran sum helst ágóða av eini samanlegging, tí so kunnu vit gloyma alt um nakrar sum helst ábøtur og útbyggingar í bygdini tey næstu nógvu árini.
Annars ivast hann í, hvussu stórur fyrimunir tað er at leggja alla oynna saman, men eru fortreytirnar tær røttu, fer hann sjálvur í øllum førum ikki at seta seg ímóti eini samanlegging.