Borgarstjórar í Suðuroy krevja toppfund um læknarnar

Borgarstjórarnir í Suðuroynni hava á fundi í kvøld viðgjørt læknaviðurskiftini í oynni Ì eini niðurstøðu frá fundinum vísa teir til fundi, sum var 9. mai í fjør og har landstýris- og løgtingslimir úr oynni vórðu kunnaðir um læknaviðurskiftini í oynni.

- Sjúkrahúsleiðslan og læknarnir kunnaðu um støðuna og útlitini, verða viðurskiftini ikki tikin í álvara og bøtt. Á hesum sama fundi løgdu sjúkrahúsleiðsla og læknar

uppskot fram, sum vísti á eina brúkiliga loysn viðvíkjandi læknaviðurskiftunum.

- Av tí, at eingin loysn er fingin á viðurskiftunum ? heldur eru tey versnað, eru borgarstjórarnir samdir um, at krevja ein fund við landstýrismannin í heilsumálum Aksel Johannesen, tá hann kemur suður ? eftir ætlan í næstu viku.

- Borgarstjórarnir harmast um, og góðtaka ikki, at málið ikki er tikið í nóg stórum álvara, og at suðuroyingar skulu liva undir tílíkum ótolandi ótryggum viðurskiftum siga teir allir sjey í felags yvirlýsing í kvøld