Borgarstjórarnir í Eysturoynni eru ímóti kunngerðini um røktarheim. -Hetta er ágangur móti kommununum, siga borgarstjórarnir í Eysturoynni um kunngerðina um røktarheim, sum kommunurnar hava fingið til hoyringar frá Almanna- og Heilsumálaráðnum.
Sambært Útvarpinum siga teir níggju borgarstjórarnir í hoyringarskrivi, at Eysturoyar Røktar- og Ellisheim er ein sera væl virkandi sjálvsognarstovnur, sum ikki í nøkrum viðurskiftum skal leggjast undir Nærverkið.
Borgarstjórarnir siga, at uppskotið um kunngerðina er beinleiðis ágangur móti kommununum og virkseminum hjá sjálvsognarstovninum, ikki minst, tá hugsað verður um, at kommunurnar í framtíðini helst fara at umsita eldraøkið.








