Vit mótmæla, at landsstýriskvinnan ætlar at spenna bein og leggja fótonglar fyri tí virksemi, sum kommunurnar í Eysturoynni í mong ár hava staðið saman um, okkara eldru og óhjálpnu borgarum og teirra avvaraðndi at gagni.
Tað skriva Runavíkar kommuna, New kommuna, Sjógvar kommuna, Fuglafjarðar kommuna, Eysturkommuna, Sunda kommuna og Eiðis kommuna í skrivi til Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu.
Stýrið fyri Eysturoyar Røktar- og ellisheim hevur viðgjørt ætlanina hjá landsstýriskvinna viðvíkjandi teimum seks plássunum í kjallaranum í Gøtubrá.
Niðurstøðan er greið. Skipanin við teimum seks umlættingarplássunum hevur riggað væl og verið til stórt gagn fyri alla Eysturoynna.
- Vit vilja harðliga mótmæla ætlanini, sum í roynd og veru , bert tænir einum endamáli, nevnliga at flyta útreiðslur frá landskassanum yvir á kommunurnar! Hetta kann als ikki góðtakast!!, skriva kommunurnar.