Borgarstjórar høvdu gott val

Tríggir borgarstjórar vórðu hesuferð valdir inn á ting. Páll á Reynatúgvu varð afturvaldur, meðan Gerhard Lognberg og Heðin Zachariassen eru nývaldir

Fleiri nývaldir borgarstjórar stillaðu hesuferð upp til løgtingsvalið. Misjavnt var, hvussu valið hilnaðist hjá teimum.
Tríggir komu í øllum førum inn á ting. Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Hvalvíkar kommunu, kom inn sum eykavaldur í Norðurstreymoy, Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun, er umdømisvaldur á Sandoynni og Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri á Sandi, varð afturvaldur.

Leggur starvið frá sær
Hetta var fyrstu ferð, at Heðin Zachariasen, sum býr á Streymnesi, royndi seg til løgtingsval. Hann fekk 149 persónligar atkvøður.
Heðin er farin undir sítt næsta valskeið sum borgarstjóri í Hvalvíkar kommunu, og hann er farin undir sítt triðja valskeið í bygdaráðnum, og tað hevur verið til hansara fyrimun, heldur Heðin.
? Tað hevur avgjørt eina ávirkan, at eg frammanundan eri borgarstjóri í kommununi. Fólk síggja, at vit reka ein skynsaman fíggjarpolitikk, og tað vísir seg aftur til løgtingsvaldið, sigur Heðin Zachariasen.
Hann er annars sera væl nøgdur við valið, og at fólk har norði stóðu saman um eitt valevni. Til kommunuval hevur hann ongantíð fingið fleiri enn 68 atkvøður. Hann er fegin um, at Fólkaflokkurin aftur fekk eitt umboð í valdøminum, nú Jákup Suni Joensen ikki stillaði uppaftur.
Heðin Zachariasen hevur verið arbeiðsformaður hjá IRF, og hann hevur staðið fyri innsavning av ruski, bygnjuplássum og øðrum. Hann hevur havt seytjan mans undir sær, men hetta starvið leggur hann nú frá sær og fer at halga seg til borgarstjóra- og tingstarvið.

Aðrir borgarstjórar
Hinvegin vóru aðrir borgarstjórar, ið ikki høvdu eitt gott val. Tordur Niclasen er borgarstjóri á Eiði, men Miðflokkurin hevði stóra afturgongd í heimbygdini hjá borgarstjóranum. Flokkurin fekk 138 atkvøður við seinasta val, men bara 49 hesuferð. Tordur fekk tó 150 persónligar atkvøður tilsamans. Leivur Hansen, sum júst er farin frá sum borgarstjóri í Havn, fekk bara 25 atkvøður, so tað er ikki hjá øllum, at borgarstjórastarvið hevur ta neyðugu ávirkanina.
Aðrir borgarstjórar, sum bjóðaðu seg fram hesuferð, vóru Jógvan Krosslá fyri Tjóðveldisflokkin í Vági og Finnleif Guttesen fyri Sambandsflokkin á Tvøroyri. Teir komu tó ikki inn.
Fólkafloksmenninir Poul Michelsen og Jógvan við Keldu, fyrrverandi borgarstjórar, bjóðaðu seg eisini fram. Jógvan við Keldu varð afturvaldur í Norðoyggjum, meðan Poul Michelsen ikki kom inn á ting, hóast hann fekk 293 persónligar atkvøður.