Borgarstjórarnir kring Skálafjørðin mæla staðiliga til, at Skálafjarðartunnilin nú verður veruleiki og ikki eina ferð enn dettur niður fyri orsaka av landspolitiskari ómegd.
Tað gera teir tríggir - Jóhannus Danielsen, Magnus Rasmussen og Arthur Johansen - greitt í felags skrivi í morgun.
Borgarstjórarnir føra fram, at samfelagið hevur ikki ráð at bíða eftir Skálafjarðartunnlinum.
- Tíverri kann veruleikin eisini fara at vísa seg at vera, at sjøtul ikki verður settur á um eitt stórt ár, sum ætlanin annars er, men at fyrsta skotið ikki verður at hoyra, fyrrenn um 5-10 ár ella kanska ongantíð.
- Vit halda, at tað er stórt spell, at málið um tunnilin aftur er um at enda í einari politiskari fløkju, har tað sýnist, at tað meiri ræður um politiskar fintur og at vinna hvørjum øðrum neisir enn um at fokusera upp á at fremja málið. Tað er so langt síðani, at cost benefit analysur vístu, at tað bíða stórar samfelagsligar inntøkur í, at tunnilin verður gjørdur. Harvið er tað eisini so sjálvsagt, at tað kostar samfelagnum nógv, at tunnilin ikki verður gjørdur, siga borgarstjórarnir í felags skrivi.
- Sum umboð fyri kommunalu myndugleikarnar kring Skálafjørðin loyva vit okkum hervið staðiliga at heita á allar góðar kreftir um at arbeiða fyri, at tað nú verður álvari, so Skálafjarðartunnilin ikki enn eina ferð bara verður prát. Samfelagið hevur ikki ráð til, at henda mest samfelagsgagnliga íløgan í føroyska samferðslukervið nakrantíð ikki verður veruleiki, siga borgarstjórarnir Jóhannus Danielsen, Magnus Rasmussen og Arthur Johansen.