Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu seinastu fýra árini fekk eitt rimmar býráðval við heili 565 persónligum atkvøðum, sum eru yvir 200 atkvøður fleir enn á seinasta býráðsvali. Fólkaflokkurin í Tórshavnar kommunu fekk eisini eina stóra framgongd á valinum, tí flokkurin gekk slakar 600 atkvøður fram.
?Vit fáa ein kvitering fyri okkara góða arbeiði seinastu fýra árini. Her hugsi eg serliga um góða fíggjarpolitikkin, og at tørvurin á barnaansingarplássum er nøktaður. Tað er eisini givið, at Fólkaflokkurin hevði ein ómetaliga sterkan lista hesaferð, har vit høvdu valevni bæði í Kaldbak, Argjum, Nólsoy og Kollafirði, sigur Jan Christiansen.
Borgarstjórin í Havn var sum vera mann eisini fegin um persónligu úrtøkuna. Jan Christiansen fekk sítt besta býráðsval nakrantíð við 565 atkvøðum. Eins og undangongumenninir í borgarstjórasessinum í Tórshavnar kommunu spældi sonevnda borgarstjóraeffektin ein týðandi leiklut á valinum hesaferð.
Harmiligt við sambandinum
Samgongufelagin hjá Fólkaflokkinum, Sambandsflokkurin, gekk nógv aftur á býráðsvalinum hesaferð. Jan Christiansen var ógvuliga harmur um afturgongdina hjá Sambandsflokkinum.
?Støðan hjá Sambandsflokkinum er harmilig, men eg haldi ikki, at vit kunnu taka afturgongdina á okkum. Eg helst sæð, at Sambandsflokkurin kom styrktur úr valinum, men á hátt er valúrslitið hjá teimum ikki óvæntað, tí teirra listi hesaferð var ikki av teimum sterkastu, sigur hann Jan Christiansen.
Fakta: Borgarstjóraeffekt 1980-2004
1980-1984: Poul Michelsen 230 atkv. til 1307
1984-1988: Poul Michelsen 1307 atkv. til1169
1988-1992: Poul Michelsen gevst í´92
1992-1996: Lisbeth L. Petersen 787 atkv. til 1003
1996-2000: Leivur Hansen 223 atkv. til 524
2000-2004: Jan Christiansen 308 atkv. til 565