Borgarstjóra-málið lítla umrøðu á formansfundi

Teir tríggir formennirnir í samgonguflokkunum hava havt fund seint seinnapartin, men vilja ikki leggja uppí stríðið á Vaglinum

Fundurin var ikki bert um støðuna, sum er íkomin eftir at nýggj samgonga er skipað í Tórshavnar býráð, men tað málið var eisini fyri á fundinum.

 

Sum skilst so hildu floksformennirnir ikki, at hetta er eitt mál, sum hoyrir heima hjá teimum. Talan er um kommunalt sjálvræði, har kommunurnar sjálvar skipa seg og tað kann ein onnur skipan ikki leggja seg útí.

 

Tí er talan um eitt mál., sum í fyrstu atløgu hoyrir undir formannin í Javnaðarflokkinum og sum hann noyðist at finna eina loysn á.

 

Aksel  V. Johannesen segði, at bæði Høgni Hoydal, Tjóðveld, og Poul Michelsen, Framsókn, gjørdu greitt, at hvørgin teirra hevði blandað seg uppí býráðssamgonguna og at teir báðir halda, at hatta ikki er nakað, sum teir landspolitiskt eiga at blanda sedg uppí.

 

Formaðurin í Javnaðarflokkinum segði eisini í Degi og Viku at hann heldur ikki ætlar at blanda seg uppí málið, uttanso at tað fær avleiðingar fyri samgonguna í Løgtinginum og at hon ikki fær framt síni mál frameftir.

 

-Tá má eg loysa tær avbjóðingarnar, segði Akseel V. Johannesen.