Borgarligur meiriluti í Noregi

Hevði stórtingsval verið í Noregi í dag, høvdu Høgri og Framburðsflokkurin fingið so nógvar atkvøður, at teir høvdu fingið meiriluta í Stórtinginum. Tað vísir ein nýggj meiningakanning hjá kringvarpinum NRK.

Kanningin gevur Høgra 25,4 prosent av atkvøðunum og 15 tingmenn afturat teimum verandi. Framburðsflokkurin hevði fingið 24,3 prosent. Hjá báðum flokkunum er talan um framgongd samanborið við seinastu kanning.

Arbeiðaraflokkurin hjá Jens Stoltenberg, forsætisráðharra hevði fingið 29,1 prosent av atkvøðunum. Tað er 2,0 prosentstig minni enn í seinastu kanning.

Eisini Sosialistiski Vinstraflokkurin missir veljarar og hevði endað á 4,8 prosentum, hevði val verið í dag.