Borgarligi leiðarin uppgivið at skipa stjórn

Meira enn ein mánað eftir ríkisdagsvalið í Svøríki er enn eingin stjórn skipað

Meira enn ein mánað eftir ríkisdagsvalið í Svøríki er enn eingin stjórn skipað

 

Formaðurin hjá Moderaterna, Ulf Kristersson, hevur uppgivið í hesum umfari at skipa eina borgarliga stjórn í Svøríki.

 

Tað segði hann í dag á tíðindafundi, eftir at hann hitti formannin í Ríkisdegnum, tann sonevnda talmannin.

 

– Eg eri framvegis tilreiðar at gerast forsætisráðharri. Men eg havi boðið talmanninum frá, at tað í løtuni ikki letur seg gera, sigur Ulf Kristersson.

 

­ Eg haldi, at tað er spell, sigur hann víðari.

 

Valið í Svøríki í september gav eitt gruggut úrslit. Borgarligi vongurin, nevndur Alliansen, fekk tilsamans 143 ríkisdagslimir. Reyð-grøni vongurin fekk 144 ríkisdagslimir. Samstundis fingu Svørkisdemokratarnir 62 umboð, men eingin vil samstarva við innflytarafíggindaliga flokkin.

 

/ritzau/TT