HUXA - Fólkafloksungdómur
-----
Fyri bert 55 árum síðan var Føroyar so fátækt, at vit ikki høvdu fólkapensjón ella tað sosiala trygdarnetið, sum í dag tryggjar óarbeiðsførum eina rímiliga tilveru.
Almannaverkið er blivið so stórt, at tað eisini umfatar tey, sum áttu at liva av egnari kraft og ikki av almannastuðuli.
Sosiallógir og almannaverk átti at gjørt fleiri fólk fíggjarliga óheft av og ikki meiri bundin at skipanini.
Ein nýggjur heilivágur, gjørdi fólk líka heft og bundin av, sum vit eru vorðin av vælferðarstatinum, hevði í dag verðið bannaður.
Hevði vælferðarstaturin ikki verið ein góður máti hjá politikarum at keypa atkvøður, hevði hann aldri sloppið at vaksið so nógv.
Nú er hann størsta hóttanin móti framtíðini hjá okkara eftirkomarum.
Næstan øll vestanlond eru komin í størstu fíggjarneyð av útreiðslum til vælferð.
Danmark er lutfalsliga dupult so illa stætt sum Føroyar.
Vælferðarskipanin er hin mest brúkta politiska ‘egningarmaskinan’ til at fiska atkvøður.
Tí nýta allir flokkar hana uttan framtíðar atlit.
Ein heilivágur verður tikin av marknaðinum, um hann ger sjúklingin sjúkan og verri fyri.
Ein bilverkstaður, sum gevur bilum fleiri nýggj brek enn umvældar skaðar, má skjótt lata aftur.
Men ikki vælferðarmaskinan.
Vit hava vent øllum sosialum virðum bakið.
Vit brúka so nógvan pening til ‘vælferð’, við tí úrslit at vit framleiða vesaladóm ístaðin fyri at enda honum.
Vit liva lukkutíð longur og betur enn nakrantíð.
Við betri heilsu skuldu fleiri og fleiri klárað seg betur við egnari kraft enn nakrantíð fyrr.
Men hitt almenna ger tað lættari hjá støðugt fleiri at sleppa undan fylgjunum av teirra skeivu avgerðum og lívshátti.
Tey, sum gera seg inn á samfelagið og spilla sítt egna lív, verða loftað og stuðlað av kommunu- og landskassanum.
Alsamt fleiri familjur upploysast, tí tað almenna eggjar til hjúnarskilnað.
Er tað rímiligt, at ein stakur forsyrgjari skal verða villleidd/ur til at vænta (næstan) líka stóra inntøku, sum tvey foreldur arbeiða fyri at tjena?
Tað er lættari at ‘gifta seg’ við Almannastovuni enn við einum maka.
Nakrir sosialir studningar halda fleiri niðri í livistøði við at revsa teirra arbeiðshug.
Vælferðarstaturin rurar mong í blund, so tey liva í nú-inum og hugsa ikki um framtíð og eftirkomarar.
Mong missa viljan til persónligt frælsi og kasta ábyrgd frá sær.
Politikarar (serliga vinstrahallir) ynskija meiri vald við at ‘keypa’ atkvøður frá teimum ‘passivu’ fyri skattin hjá teimum, sum eru í vinnu.
Støðugt fleiri verða tøld inn í vælferðargarnið, sum verður umborið við sosialari umsorgan, ‘sum kemur øllum tilgóðar’.
Nøkur av okkum ávara og mæla ístaðin til at skilja millum tey mongu, sum kunnu klára seg sjálvi (serliga við minni skatti), og tey færru, sum ikki kunnu klára seg og hava sjálvsagdan rætt til almenna hjálp.
Vit verða jarðløgd í kjakinum og skuldsett fyri at vera ónd.
Hugtøk sum javnstøða, líkarættur, samhaldsfesti og mannakærleiki (fyri pengarnar hjá øðrum) verða jabbað og lyft upp til trúarsetningar.
Alt annað enn ‘javning’ frá øllum til øll verður niðurgjørt og bannlýst.
Onnur enn vinstravend sjónarmið verða kallað óndskap og sjálvsókn.
Tað stóra javningarkórið karaktermyrðir samfelt ein og hvønn, sum hugsar, talar og skrivar øðrvísi enn tey.
Tey offra okkara grundlógarfesta talu- og skrivifrælsi á sosialismunar altari.
Fylg við næstu vikurnar, tá HUXA fer at avdúka enn fleiri borgarligar gloypubitar