Borgarliga »Para­dís­sam­fel­agið« í eygsjón

So er tað ikki ein spurn­ing­ur um, men nær sam­hald­fasta samfelagið fær møn­u­stingin. Tað veldst eisini hinvegin um hvussu skjótt sitandi høgra samgonga við Sam­bands­flokk­i­num sum høv­uðs­stuð­ul fær nið­ur­lag­að okk­ara væl­ferð­ar­sam­fel­ag.
Bú­skap­ar­ligi leist­ur­in er lagd­ur soleiðis til rættis, at Mekka hjá teimun høgra konservativu kreft­u­num USA verð­ur fyr­i­mynd­in í bú­skap­ar­gongd­ini her á landið ár­ini fram yvur.

Frank Davidsen


Og tað er ikki tesp­i­ligur lesnaður íð Han­us Kamban so meist­ar­liga hevur greitt frá í Dimma­lætt­ing 20-21/04 um USA, citat, har ein sam­an­set­ing av flatskatti, der­e­g­u­ler­ing, dryppi-á­støð­ins­ins  falska káva­lætið, risa­stórt hall, null­vøkst­ur og kríggj hava skapt tað bú­skap­ar­kreppu, sum kom í 2008, og sum fer at halda á í mong ár aftrat.  Sam­stundis hava 10 tals mill­i­ónir mist síni hús og íbúðir. Fólk í hundr­að­tús­und­a­tali búgva í dag í gar­asj­u­m, tjøld­um, kon­teynarum og kroysum, og norðanfyri í USA doyggja ikki so fá av kulda, svongd og sjúka. Hetta verður borgarin, í­myndin av mið­al­stætt­­ini, tveittur fyri Markn­að­arins føtur - verju­leys­ur uttan trygd, vælferð ella mentan, svøltandi, kald­ur og sjúkur! - . Hetta er tann framtíð sum okkara núverandi sam­gonga, við beráddum huga fyrireikar til før­ing­ar. citat enda. Júst í dag frætt­ist, at uppskot hjá Obama varð felt av høgraheykunum í Sen­at­i­num, har skatturin hjá teimun múgvandi milli­óni­ngu­m og mill­i­ard­er­um skuldi hækkast úr 15% upp í 30%. Jú, tað er ein veruleiki, at tey sum eru múgvandi og hava milliarda inn­tøk­u­r, nógv av tí uppá spek­u­la­ti­ón, tey gjalda undir 15% í skatti Hetta er júst tann sama pol­it­iska ideologi sum fíggj­ar­mál­a­ráð­harr­in og hansara fylg­is­neytar uppá nakr­ar krák­­­u­mán­að­ar hava snara okkara væl­ferð­ar­sam­fel­ag yv­ur til. Eitt samfelag utt­an menn­­iskj­a­virð­ir, har pen­­sion­ist­ar og verkafólk gerast trælir hjá teimun fáu. Hitler og Goebbels høvdu hó­ast alt eini 10 ár til teir við sín­um víð­gongda høgra pol­i­tikki vóru komn­­ir á mál.
Sam­bands­flokk­ur­in sum sambært teirra stevn­u­skrá er ein liberalur flokk­ur, hev­ur sett seg sjálv­an út á sí­ð­u­linj­una. Teirra løgmaður hev­ur ikki ánilsi av hvat í stend­ur júst fram­lagda játt­an­ar­karm­i­num, men tað hevur ikki so nógv upp á seg so leingi sum báð­ir odd­vit­ar­nir, fíggj­ar­nevnd­ar­for­mað­ur­in og fíggjamálaráðharrin eru samdir politiskt um at føra ein so karráðan høgrapolitik, sum ikki fyrr er sæddur her á landið.
At so landsstyriskvinnan í almannamálum fleiri ferðir í fjølmiðlunu hevurm kært sína neyð, og gjørt vart við at hon als ikki tekur undir við førda politikkinum, tað má sigast, at vera lagnunar speisemi. Tí við tí politiska makt­spælið íð fór fram í flokki hennara áðrenn løgtingsvalið, kundi hon væl síggja at hennara politiska framtíð ikki varð annað enn ein finna í Fólkaflokkinum.Telvingin aftaná valið er bara ein staðfesting av , at soleiðis bleiv tað eisini.
Og at vera noydd, at taka við landsstyrissessinum í almannamálum, samstundis sum flokkur hennara hevur gjørt, eins og flokkurin framyvur hevur ætlanir um, at tey á niðastu rókunum, pensionistar og verkafólk skulu knúskast upp aftur meira, tað høvdu teir 13-1400 veljarnir hjá Anniku neyvan givið sær fær um tá atkvøtt varð.
Tá íð nú Annika greitt meldar út, at hon tekur ikki undir við tí assosiala politikkinum íð samgongan stendur fyri, so ivist eg onga løtu í, at hon meinar tað í ramasta álvara. Tí ivist eg onga løtu í, at tað fyrr ella seinri kemur ein uppgerð, har hennara liberalu sjónarmið koma at standa sína roynd. Eingin ivi er heldur um, at fær hon ikki síni politisku fingramerkir framd og broytt tann karráða fólkaflokspolitik í verður førdur í løtuni, so tekur hon avleiðingarnar av hesum. Men spell var tað, at hon ikki skifti hest tá lukturin í bakaríinum, varð so ramur sum hann varð, og tapið um formannspostin gjørdist veruleiki.
Tá høvdu vit framvegis havt eitt samfelag, har menniskjavirði gingu fram um korrumperaðan politik pg maktgirnd.