Stóru borgarligu andstøðuflokkarnir í Danmark venda ynskinum hjá landsstýrinum í hurðini. Bæði Danski Fólkaflokkurin og Vinstri eru ímóti ætlanini hjá landsstýrinum at viðurkenna Jerusalem sum høvuðsstað í Ísrael og at stovna sendistovu í Jerusalem.
Uttanríkispolitiski framsøgumaðurin hjá Danska Fólkaflokkinum, Søren Espersen, er svorin ísraelsvinur. Hann er tí í eini tvístøðu, nú landsstýrið í Føroyum ætlar at gera sum Donald Trump og ganga ímóti felags linjuni hjá at kalla øllum heiminum og viðukenna Jerusalem sum høvuðsstað í Ísrael.
Hann sigur við Politiken, at tað hevði verið ein fagnaðardagur, um danska sendistovan varð flutt úr Tel Aviv til Jerusalem, men prinsippielt skal uttanríkispolitikkurin førast av donsku stjórnini, og tí stuðlar hann Mette Frederiksen í hesum máli.
– Tí skal svarið til føroyingar vera nei, sigur hann.
Spurdur um tað ikki pínir hann, sigur hann:
– Jú tað skal eg lova tær fyri. Eg siti her, og hjarta mítt bankar, og eri reyður í høvdinum, men eg eru noyddur at siga sum er, sigur Søren Espersen við Politiken.
Framsøgumaðurin hjá Vinstraflokkinum í uttanríkismálum, Michael Aastrup Jensen, kundi betri livað við tí, um talan bara var um eina handilsskrivstovu í Jerusalem. Vinstriflokkurin er systurflokkur Sambandsfloksins. Men eisini hann vísir aftur ítøkiligu ætlanum hjá landsstýrinum at stovna eina sendistovu í Jerusalem.