Borgarlig vongurin í Danmark enn fleiri trupulleikar

Ein av fremstu fólkatingslimunum er farin í sjálvdrátt

Borgarligi vongurin í Danska fólkatinginum, hevur nú fingið ein trupulleika afturat. Tað hendir eftir at eitt av oddaflokkunum í Nye Borgerlige ytst á høgravonginum, Mette Thiesen, hevur meldað seg úr flokkinum og er farin í sjálvdrátt. Sostatt verður hon nú uttanflokka tinglimur.

 

Hetta hendir eftir at maðurin, hon heldur saman við, er meldaður fyri at atburðin, hann vísti á valkvøldinum, tá ið hann var ágangandi ímóti einum øðrum gesti og tømdi eitt glas av øli niður eftir bringuni á honum, áðrenn vaktarmenn fóru avstað við honum, og koyrdu hann á dyr.

 

Men umframt hetta, hevur hann eisini, í fleiri førum, verið rættiliga hóttandi, og harðligur ímóti einum starvsfólki hjá Nye Borgerlige. Men Metta Thiesen hevurt eisini sjálv hótt starvsfólki við uppsøgn.

 

Tí var tað væntandi, at Mette Thiesen fór at verða koyrd úr flokkinum, men áðrenn tað hendi, hevur hon sjálv meldað seg úr.

 

Metta Thiesen og Pernille Vermund, sum stovnaði Nye Borgerlie, hava annars arbeitt rættiliga væl saman líka síðani flokkurin var stovnaður. Borgarligi vongurin í Danmark er annars longu frammanundan syndraður eftir at bæði Lars Løkke og Inger Støjberg, fóru úr flokkunum og hava stovnað sínar egnu flokkar.

 

Pernille Vermund er í øðini um, at Mette Thiesen ikki fer heilt úr Fólkatinginum, so at Nye Borgerlige ikki varðveitir sessin.