Borgarlig framgongd í Norra

Tann sera høgravendi Framburðsflokkurin í Norra hevur størstu framgongdina, nú norska stórtingsvalið í september er farið at nærkast.

Eisini konservativi Høgraflokkurin hevur eina lítla framgongd og liggur beint í hølunum á sosialdemokratiska Arbeiðaraflokkinum.

Høgraflokkurin og Framburðsflokkurin fáa tilsamans um 46 prosent av atkvøðunum, vísir nýggjasta kanningin, sum er gjørdi fyri Dagens Næringsliv.

Fáa hesir báðir flokkarnar stuðul frá einum ella tveimum av teimum smáu, kunnu teir helst sum einki skipa stjórn eftir valið, tí teir tríggir flokkarnir í vinstrastjórnini fáa tilsamans neyvan meira enn 41 prosent av atkvøðunum.

Hinvegin er ivasamt, um Siv Jensen (myndin) og Framburðsflokkurin sleppa upp í eina stjórn, tí vanliga verður flokkurin sagdur at vera ov høgravendur til, at hinir flokkarnir hætta sær undir stjórnarsamstarv við hann.