Javni fegnast um, at borgara- og avvarðandiráðini, ið Almannaverkið hevur tikið stig til at seta á stovn í teimum ymisku eindunum.
- Endamálið er, at borgarin skal hava so nógv at siga í sínum egna lívi sum møguligt, sigur Sigrun Wardum. Hetta er eitt tiltak, sum vit hava eftirlýst í áravís, so vit fegnast sjálvandi um tað, sigur hon.
Les eisini Borgararáð setast á stovn
Sigrun Wardum, forkvinna í felagnum Javna, gleðist um, at Almannaverkið hevur tikið stig til hesi ráðini.
- Tað er so týdningarmikið at borgararnir hava avvarðandi sum uppbakkning aftan fyri seg, sigur Sigrun Wardum. Ætlanin er, at tær flestu týdningarmiklu avgerðirnar skulu koma fyri ráðið til ráðgeving, sigur hon.
Higartil er tað einans eind 5, ið hevur sett eitt tílíkt á stovn. Í eind 5 eru sambýlini á Bárðarfløtti, í Vági, í Smærugøtu í Havn, og í Stoffalág í Havn.