Borgarin komin á Klaksvík

Nýggja uppsjóvarskipið hjá P/F Næraberg, sum fær navnið Borgarin, kom á Klaksvík fyri eini løtu síðani. Talan er um skipið Research, sum var heimahoyrandi í Hetlandi.

 

Skipið er bygt í 2003, men hevur samanlagt bert verið í rakstri í trý ár, tí fiskiskapurin hjá hetlendingum hevur verið skipaður soleiðis, at skipið bert hevur verið til fiskiskap 2 - 3 mánaðir um árið.

 

Research tekur umleið 2.700 tons av svartkjafti, er 14,5 m breiður og 78,5 langur. Maskinan er 10.500 hestakreftir. Skipið kemur inn fyri Næraberg