Tað fellur stjóranum í Vindrøkt fyri bróstið, at føroyski brúkarin fær eina eykarokning á 27 milliónir krónur, nú SEV kortini ikki setir upp vindmyllur í Húsahaganum í summar.
SEV ætlaði at seta upp 13 vindmyllur í Húsahaganum í summar, men eitt kærumál millum SEV og Vindrøkt fær ætlanina at draga út. Kæran liggur í Vinnukærunevndini, sum neyvan verður liðug at avgreiða málið fyrr enn fyrst í juni.
Tær 27 milliónir krónurnar skal SEV tí brúka til øktar oljuútreiðslur á Sundsverkinum, nú vindmyllulundin er útsett.
- Hetta er bara hálvur sannleikin. Tí støðan kundi í veruleikanum verið so nógv øðrvísi, sigur Jóhan í Niðristovu og vísir á, at SEV í áravís hevur verið ein beinleiðis forðing fyri vindmylluætlanum hjá Vindrøkt (fyrr Røkt) síðstu 10 árini.
- Høvdu vit havt fingið møguleika at byggja út, soleiðis sum vit upprunaliga ætlaðu í okkara langtíðarætlan frá 2004, so høvdu vit í dag havt framleitt meira enn 300 milliónir kWh av streymi við vindorku. Og tað hevði givið SEV og harvið borgarunum eina sparing á meira enn 100 milliónir krónur, sigur Jóhan í Niðristovu.
Hann vísir á, at SEV sjálvt er orsøk til, at oljurokningin hjá SEV er so stór, og elprísurin til brúkaran harvið høgur.
- Nú hevur SEV so loksins funnið útav, at vindorka er vegurin fram. Men framvegis ætlar SEV sær alla framleiðsluna sjálvi, eingin annar skal sleppa framat, sigur Jóhan í Niðristovu.
Hoyr samrøðu við stjóran í Vindrøkt her:










