Borgarin er ikki egnaður at velja, tí skulu vit velja fyri hann!

Nú er nýggjasta tilmælið frá fjølmiðlakommisjónini komið landsstýriskvinnuni í mentamálum í hendur: kringvarpsgjaldið skal inn umvegis skattin. Ikki er feskasta niðurstøðan slóðbrótandi, tí hugsjónin ber brá av einføldu áskoðanini: borgarin er ikki egnaður at velja, tí skulu vit velja fyri hann.

Hugburður

Nýggjasta tilmælið kemur tó væl við, tí nú verður kjakið um kringvarpið og Public Service sáttmálan tikin uppaftur. Spurningurin er bara, um vit skulu varðveita aldagamla hugburðin, at borgarin ikki er egnaður at velja, og tí mugu almennu Føroyar velja fyri hann, ella at løgtingið fremur eina hugburðsbroyting, so at borgarin fær møguleikan at velja, hvat hansara pengar verða nýttir til.

Tilmælið

Tað skal tó sigast, at tilmælið er sum ein kladda: hugskotini eru góð, men fínpussingin vantar. Hvat við at rætta eitt sindur í tilmælinum, so at niðurstøðan hjá fjølmiðlakommisjónini varð soljóðandi:

- Kringvarpið skal vera ein sjálvstøðugur stovnur
- Kringvarpsgjaldið verður sett eftir vanligum marknaðartreytum
- Fasta gjaldið verður sett eftir vanligum marknaðartreytum
- Lýsingarinntøkurnar hjá Kringvarpinum fara í roknskapin
- Kapping stuðlar føroysku miðlunum
- Kringvarpsgjaldið verður MVG-frítikið
- Sjónvarpsrásin hjá Kringvarpinum verður talgildað

(Eg havi bara broytt nøkur fá orð í upprunaliga tilmælinum)

Hetta samsvarar við niðurstøðuna hjá fjølmiðlakommisjónini um, hvussu vit betra um fjølmiðlarnar í Føroyum. Tað brýtur eisini frá ófrælsu og ógagnligu hugsjónini um, at borgarin ikki er egnaður at velja, og tí skulu almennu Føroyar velja fyri hann.


Hanus Samró
Formaður í HUXA og valevni hjá fólkaflokkinum