Tað er tað almenna sum umsitur okkara skattapengar og tí mugu vit sum borgarar vita hvat tað almenna tekst við. Fyrisitingarlógin og lóg um alment innlit gjørdi stóran mun, men enn eru vit als ikki komin á mál við at opna upp, soleiðis, at landsins borgarar fáa fult innlit í hvat rørir seg hjá tí almenna.
Sum eitt konkret uppskot, um at betra borgarans rætt, skuldi tað verið krav, at allir postlistar hjá tí almenna vóru kunngjørdir á alnótini. Eitt frálíkt dømi um, at hetta ber til, er at finna hjá Klaksvíkar kommuna. Kommunan hevur í eina tíð vita hvussu umráðandi tað er, at borgarin verður kunnaður í mest møguligan mun. Á heimasíðuni sigur kommuna soleiðis
“Umráðandi er hjá myndugleikunum at leggja seg eftir at veita borgarum, virkjum og almennum viðskiftastovnum eina so holla kunning sum til ber. Ikki minst hjá kommununi, ið hevur við borgaran at gera gjøgnum alt lívið, ræður um, at hava eitt gott samband og samskifti við borgaran.”
Við hesum frálíka málsetningi í huga, verður postlistin hjá kommununi almannakunngjørdur á alnótini, har ein og hvør kann fylgja við, hvat gongur fyri seg í kommununi.
Til frama fyri fjølmiðlaflutning
Fyri fjølmiðlar átti hetta at verið eitt hjartamál. Sum nú er, skulu fjølmiðlar leita eftir tí áhugaverda skjalinum uttan altíð at vita hvat leitað verður eftir, tá upplýsingarnar sum eru í umfarið kunnu vera ógreiðir. Høvdu fjølmiðlar hvønn dag kunna leita sær inn á heimasíðurnar hjá eitt nú Løgmansskrivstovuni ella Vinnumálaráðnum, høvdu miðlarnar einfalt og uttan hóvasták kunna fylgt við í, hvat var á skránni hjá tí ávísa landsstýrismanninum.
Fjórða statsvaldið og borgarans verja
Politikarar og serliga landsstýrismenn ræðast fjølmiðlar meira enn bæði umboðsmann, grundlóg og løgmann. Tí eru fjølmiðlarnar meira enn fjórða valdið, men eru eisini mangan borgarans verja, og kann mangur sanna, at høvdu fjølmiðlarnar ikki havt sett eitt mál undir luppin, hevði einki hent.
Setan av skiparum
Tá hugsa verður um ósemjuna í samband við setan av skiparum til Smyrla, so hevði málið verið komi alment fram nógv fyrr, hevði postlistarnar verið almennur. Tá hevði tann ágrýtni journalisturin havt møguleikan at sett seg inn í málið frá byrjan av og fylgt tí, kanska hevði tað ikki komi so langt sum tað tíverri kom. Meira um hetta og annað á www.hedindp.com < HYPERLINK "http://www.hedindp.com/" www.hedindp.com>
Ein og hvør
Tá postlistarnir verða alment kunngjørdir við regluligum millumbilum á alnótini, tá kann ein og hvør fylgja við í, hvat landsstýrismenn og tað almenna brúka okkara skattapengar til.