Í Vága kommuna eru nú gott 2000 borgarar.
Í seinastu viku hevði Vága kommuna umhvørvisviku, sum endaði leygardagin við árliga ruddingardegnum. Í hesum sambandi, nýtti kommunan høvið til at heiðra borgara nr. 2000.
Tað bleiv 7 ára gamli Alexander Eyðolvur Magnusson á Stongunum, sum gjørdist borgari nr. 2000. Hann og familjan eru júst flutt aftur til Sandavágs.