Á middegi í dag skrásetti teldan hjá Tórshavnar kommunu borgara nummar 20.000. Tað
er sonur Onnu Maritu Pállson og Jens Andrias Vinther í Hoyvík, føddur 8. juli 2009. -Hann hevur alla tíðina verið góður í sær, sigur mamman vælnøgd í hugnaligu húsunum
í Guttormsgøtu 9, sum tey fluttu inn í við ársbyrjan 2006. Framman undan eiga tey 3
ára gomlu Sóley, sum gongur í dagstovninum við Løgmannabreyt, skrivar kommunan á heimasíðuni.
Anna Marita, ið er 29 ára gomul og ættað úr Gøtu. Tá barnsburðarfarloyvið er av, fer Anna Marita aftur í bókhaldið hjá Smyril Line at arbeiða.
Jens Andrias, 35, ið starvast sum advokatur í býnum, er ovfarin av vitjanini.
- á systir mín Heidi í 1999 átti eina dóttur, var táverandi borgarstjóri Leivur
Hansen á gátt, tí dótturin varð borgari nummar 16.000 í Tórshavnar kommunu. So hetta
er heilt fantastiskt, sigur hann við heimasíðuna.
Jens Andrias er havnarmaður, uppvaksin í Eysturbýnum í Havn.
Afturvið kaffimunninum í Guttormsgøtu, og eini sjáldsamari hagfrøðisligari
samanrenning, kundi borgarstjórin Heðin Mortensen geva húskinum, ið nú telur fýra,
blómur og ein gávukekk áljóðandi túsund krónur.