Borgarauppskot um fosturtøku til føroyingar fall: – Vit eru kortini væl nøgd

– Vit eru ótrúliga glað fyri undirtøkuna, tí okkara høvuðsendamál við var at varpa ljós á støðuna í Føroyum, sigur stigtakari til borgarauppskot

Danska borgarauppskotið um at hjálpa føroyskum kvinnum, ið vilja til Danmarkar at fáa sær fosturtøku, bar ikki á mál.

 

Tað er greitt, nú 28. desember er farin afturum. Tí hin 28. desember var freistin hjá uppskotssetarunum at røkka 50.000 undirskriftum frá donskum borgarum.

 

Uppskotið var at strika kravið um danskt CPR-nummar og bústað fyri føroyingar, so føroyskar kvinnur kunnu fáa sær fosturtøku í danska heilsuverkinum uttan kostnað.

 

Hevði hetta uppskotið fingið 50.000 undirskriftir, hevði tað kunnað blivið roynt í Fólkatinginum.

 

Tá avtornaði vóru tað 13.423, ið høvdu skrivað undir – og tað er eitt fitt petti frá 50.000. Sostatt sleppur uppskotið ikki inn um fólkatingsgátt.

 

Ein av stigtakarunum til borgarauppskotið var Margret Nicksdóttir Strøm. Hóast uppskotið ikki fekk fulla undirtøku, er hon væl nøgd.

 

– Vit eru ótrúliga glað fyri undirtøkuna, tí okkara høvuðsendamál við var at varpa ljós á støðuna í Føroyum. Tað hava vit sanniliga gjørt, og donsk kend fólk sum Sofie Linde og Irina Olsen hava enntá deilt borgarauppskotið. So vit vita, at boðskapurin er farin langt, hóast vit ikki fingu allar 50.000 undirskriftirnar, ið skuldu til fyri at uppskotið kom allan vegin til fólkatingið. Men alt í alt eru vit sera nøgd við undirtøkuna, sigur Margret Nicksdóttir Strøm í stuttari viðmerking til in.fo.

 

Les eisini: Borgarauppskot: Skal vera lættari hjá føroyingum at fáa abort í Danmark