Tórshavnar kommuna hevur sett sær fyri at seta ymisk arbeiði í verk fyri at styrkja handverksvinnuna og heimligu ferðavinnuna, nú talið av ferðafólki, sum kemur til Føroya í summar, neyvan fer at bera føroysku ferðavinnuni uppi.
Eingin ivi er um, at ferðavinnan hevur stóran týdning fyri handils-og matstovuvinnuna í høvuðsstaðnum. Bogi Andreasen, sum er formaður í vinnunevndini í Tórshavnar kommunu, sigur, at hann vil gera sítt til, at kommunan í summar kann gerast enn meira attraktiv hjá øllum føroyingum at vitja.
- Vit mugu bara ásanna, at summarið 2020 verður at ferðast í egnum landi - og ikki í sama mun sum áður ímillum lond. Vit vilja tískil gera umstøðurnar í høvuðsstaðnum enn betri, enn tær eru í dag, og hetta eru arbeiði og verkætlanir, sum mugu setast í gongd sum skjótast.
Bogi Andreasen vísir á, at kommunan hevur brúk fyri øllum góðum hugskotum um, hvat kann gerast fyri at lyfta enn meira undir okkara heimligu ferðavinnu. - Málið hjá okkum verður at gera tað enn hugnaligari hjá øllum føroyingum at vitja høvuðsstaðin, soleiðis at hetta eisini kann gera mun hjá bæði handils-og matstovuvinnuni í býnum.
Vinnunevndarformaðurin væntar, at tey fara at skipa soleiðis, at borgarar í kommununi fáa høvi at geva sín boð upp á, hvat tey halda kann gerast, og haraftrat setir Bogi Andreasen sítt álit á, at Visit Tórshavn eisini kemur við fleiri góðum hugskotum, sum tey altíð eru so ófør til.
- Vit eiga ógvuliga nógvar gøtur kring um, og eg kundi hugsað mær, at støð vórðu gjørd ymsastaðni, har fólk kundu sitið, og kanska kundi onkustaðni eisini verið grillstaðir.
Bogi Andreasen fegnast eisini um tað arbeiði, sum skótarnir gera í Havnardali, har arbeitt verður við tjaldingarøki og bálstaði, sum ætlandi verður klárt í summar. - Endamálið er, at umstøðurnar til frið og hugna og njótan av okkara vøkru náttúru verða gjørdar enn betri og hugnaligari, sigur formaðurin í vinnunevndini hjá Tórshavnar kommunu.