Borgararnir mugu kenna búskaparligu realitetirnar

- Tað kann ikki vera rætt, at vit, sum ráða fyri borgum í dag, bara skjóta afturgjaldingina av kommunalu skuldini út í framtíðina. Tá ið vit ikki afturrinda skuld í so góðum tíðum sum hesum, er ilt at síggja, nær vit so skulu gera tað, siga Rani Nolsøe og Kristian Eli Zachariassen, býráðslimir í Klaksvík, sum eru órógvaðir av, at lánsskuldin hjá kommununi er trífaldað eftir fáum árum

Kommunur

Í Sosialinum í gjár høvdu býráðslimirnir í Klaksvík, Rani Nolsøe og Kristian Eli Zachariassen, eitt lesarabræv, har teir vístu á, at ovurstóra trýstið á kommunala búskapin, sum er í hesum tíðum, setir ferð á skuldarbindingina av Klaksvíkar kommunu. Teir fýltust á, at kommunan ikki tekur avleiðingarnar av hesum beinanvegin og hækkar skattin.
- Kommunali búskapurin er hitaður munandi seinastu árini, og hetta sæst aftur á fíggjarætlanini fyri 2007, sum triðja árið á rað javnvigar við stórum halli.
Rani, sum er partur av meirilutanum og Kristian, partur av minnilutanum í býráðnum, vísa á, at bruttoskuldin hjá Klaksvíkar kommunu var komin niður á stívliga 72 mió krónur í 2004, men við samtyktu fíggjarætlanini fyri 2007, kann væntast, at skuldin um eitt ár verður út við 150 mió krónur, og tá eru møguligar eykajáttanir fyri 2007 ikki tiknar við.
- Í løtuni er skuldin hjá kommununi góðar 92 mió krónur, og av hesum eru 60 mió krónur eldri enn 15 ár, siga teir báðir.
Tað, sum eisini órógvar Rana og Kristian, er óvissan um, hvussu fíggjarliga støðan hjá kommununi verður í 2008 og frameftir, tá ið stóru kommunalu íløgurnar skulu gerast, eitt nú í miðbýnum, skúlunum og á eldraøkinum.
Í fíggjarætlanini fyri 2007 eru heldur eingir avdráttir at síggja, og tí spyrja teir báðir – í samgongu og andstøðu - nær kommunan fer at byrja at rinda skuldina aftur.
- Tá ið vit ikki afturrinda skuld í so góðum tíðum sum hesum, er ilt at síggja, nær vit so skulu gera tað.
Rani og Kristian vísa á, at tá ið kommunalu politikararnir ynskja eina so búskaparliga aktiva kommunu, sum eisini fíggjarætlanin fyri 2007 ber boð um, halda teir, at hesir áttu at tikið avleiðingina av hesum og beinanvegin hækkað skattin.
- Tað kann ikki vera rætt, at vit, sum ráða fyri borgum í dag, bara skjóta afturgjaldingina út í framtíðina, tí tá verður tað munandi dýrari at fáa bilbukt við skuldini.
Á almennum býráðsfundi týskvøldið mæltu teir báðir tí til at hækka skattaprosentið.
- Vit mæltu í fyrstu atløgu til at hækka skattin við 1%, men uppskotið fekk bert okkara atkvøðu. Í aðru atløgu mæltu vit til at hækka skattin við 0,5%, og tá tóku tveir aðrir býráðslimir undir, men tað var sjálvandi ov lítið til at fáa málið samtykt.
Orsøkin til, at Rani og Kristian mæltu til at hækka skattaprosentið, er fyri at byrgja uppfyri, at búskapurin gerst alt ov heitur.
- Vit hildu hetta vera rætt, so vit í nóg góðari tíð kunnu taka neyðugu fyrilitini og fáa kølt búskapin niður aftur.
Teir halda, at tað saktans kann vera rætt at "ekspandera" búskapin" og økja skuldina í einum avmarkaðum tíðarskeiði.
- Men vit eiga sanniliga eisini at taka avleiðingarnar av hesum og tryggja okkum, at rímiligt lutfall er millum tað, vit samtykkja og tað, vit krevja inn í skatti.
Rani og Kristian ásanna, at tað ivaleyst er í góðum tíðum, at tørvurin á neyvari fíggjarstýring er størstur.

Pát við báðar
Sosialurin hevði vitjan av Rana Nolsøe og Kristian Eli Zachariassen á gólvinum á Norðoyaredaktiónini í gjár.
Rani, sum situr á aðrari setuni í býráðnum, er eitt nú formaður í heilsu-og umhvørvisnevndini, byggi-og býarskipanarnevndini og limur í mentanarnevndini.
Kristian, sum fyrstu ferð situr í býráðnum, er limur í fíggjarnevndini, havnanevndini, mentanarnevndini og í staðbundnum nevndum.
Kristian sigur, at hann sum fíggjarnevndarlimur sum so tók undir við tilmælinum um fíggjarætlanina fyri 2007.
- Men hinir fíggjarnevndarlimirnir vistu, at eg helti tann vegin, at eg á býráðsfundinum kundi skjóta upp at hækka skattin, og tað var tað, sum eg og Rani gjørdu, tá ið fíggjarætlanin kom til endaliga viðgerð og støðutakan.
Rani og Kristian vísa á, at skattaprosentið í Klaksvíkar kommunu er 20,75%, og tað gevur einar 126 mió krónur í skattainntøku í 2007.
- Høvdu vit hækkað skattaprosentið við einum prosenti, hevði hetta merkt einar 6 mió krónur í eykainntøku, og tað hevði longu bøtt um úrslitið. Tá hevði skuldin hjá kommununi heldur ikki vaksið so nógv, sum útlit eru til, at hon fer at veksa tey næstu árini.
Báðir eru teir samdir um, at skatturin er ríkiliga høgur sum er – og at málið má vera, at skatturin í framtíðini lækkar.
- Men skal skatturin lækkast seinni, er neyðugt at hækka hann nú, tí annars eru eingi útlit til eina lækking seinni.
Uttan í løtuni at kunna siga, at tað er skeivt, vísa teir báðir á, at kommunan hevur "involverað" seg ógvuliga breitt.
- Nógv er sett út í kortið, og av hesum er nógv, sum ikki er framt í verki enn. Tí er spurningurin, um vit alla tíðina skulu taka "nýtt" inn heldur enn at royna at fremja tað, sum longu er slóðað fyri. Vit mugu eisini ansa eftir, at kavabólturin ikki fær alt ov nógva ferð.
Teir ásanna, at tað hóast alt eru fleiri áhugaverdar privatar verkætlanir, sum kommunan næstan ikki kann siga nei til. Hetta eru góðar verkætlanir, sum kunnu føra til stóra menning í kommununi.
- Vit eru soleiðis ógvuliga fegnir um ta menning, sum verið hevur í kommununi seinastu árini.
Teir nevna eitt nú Klingrugarð, sum hevur eydnast ógvuliga væl og góðshavnina í Ánunum, sum er vorðin bæði størri og nógv dýrari enn upprunaliga mett – og handilsmiðdepilin, sum ætlanin er at byggja í Klaksvík.
- Tað vil altíð vera soleiðis, at tað eru nøkur viðurskifti, sum skulu uppfyllast – og vera í lagi, um ein kommuna skal mennast. Vit mugu loysa grundøkjatørvin, skúlaviðurskiftini, barnaansingartørvin, veg-og kloakkviðurskifti, og vit mugu syrgja fyri, at tey gomlu hava tað gott.
Í 2005 bleiv kommunuskuldin hjá Klaksvíkar kommunu umfíggjað eftir avtalu við fíggingarstovn. Í hesum liggur, at rentan varð løgd føst, og kommunan fekk í hesi avtalu tvey avdráttrarfrí ár. Soleiðis rindar kommunan eingi avdrøg í 2006 og 2007, men bara rentur av skuldini.
- Tað er órógvandi, at kommunuskuldin er vaksin so nógv seinastu árini, har vit koma at hava stórt hall á fíggjarætlanini trý ár á tað. Hetta merkir, at samlaða skuldin hjá okkum er vorðin tvífaldað eftir trimum árum. Meðan útreiðsluvøksturin hevur verið 10%, hevur inntøkuvøksturin bert verið 5%, og tað er hetta, vit vilja vísa á, so borgarin veit, hvar vit standa.
Býráðslimirnir halda, at borgarar í Klaksvíkar kommunu eiga at kenna búskaparligu realitetirnar og tað, sum teir vilja vísa á longu nú, er tað neyðuga í at halda fast um ein búskaparpolitikk, sum í longdini hongur saman.
- Vit kunnu ikki bara sleppa endanum og lata standa til í tíðum sum hesum, siga Rani Nolsøe og Kristian Eli Zachariassen.