Borgarar í Upernavik eru órógvaðir

Borgarar í Upernavik í Grønlandi eru órógvaðir, tí fólk, sum koma til landið, ikki halda tilmælini um sóttarhald.

 

 

Løgreglan í Upernavik í Grønlandi hevur fingið fráboðanir um fólk, sum júst eru komin úr Danmark, men sum ikki halda sóttarhaldið, ið er galdandi, men í staðin ganga úti í býnum millum onnur. 

Í samband við hesar fráboðanir, heitir fútin í Grønlandi,  Bjørn Tegner Bay, staðiliga á fólk um at halda seg til tilmælini hjá heilsumyndugleikunum. Sermitsiaq skrivar, at borgarar í býnum eru órógvaðir, tí fólk ikki halda tilmælini.

Løgreglan í Upernavik váttar yvirfyri Sermitsiaq, at borgarar í býnum hava sett seg í samband við løgregluna um viðurskiftini. - Vit hava fingið tvær uppringingar í hesum sambandi, upplýsir løgreglan.

Tey leggja aftrat, at enn eru eingi mál skrivað. Í kunngerðini, sum kom í gildi mánadagin og er galdandi fyri fólk, sum koma til Grønlands, eru nevnd ein røð av støðum, har hesi fólk ikki skulu vísa seg. 

Men, her stendur einki um, at fólk ikki kunnu fara út ein túr, og her stendur heldur einki um, at fólk ikki kunnu geva øðrum, tey møta, eitt klemm. Tað kunnu tey sambært kunngerðini saktans í løgfrøðiligum høpi.

Fútin í Gønlandi, Bjørn Tegner Bay, vísir á, at hóast hetta ikki beinleiðis er í stríð við orðingarnar í kunngerðina, merkir tað kornini ikki, at fólk, sum júst eru komin til landið, skulu uppføra seg soleiðis. 

- Eitt av høvuðstilmælunum er at halda frástøðu. At ganga og klemma hvønn annan, er tískil púrasta ábyrgdarleyst, sigur fútin, sum kortini ásannar, at ábyrgdarloysi ikki neyðturviliga er tað sama sum lógarbrot.

##med2##