Borgarar og vinnilív skulu ikki bløða einsamøll

- Skulu vit senda borgarum og vinnulívinum rokningar fyri at fáa tamarhald á fíggjarlógini, má og skal tað almenna eisini taka sín part. Tað staðfestir Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins.

Seinnapartin í gjár sleit hann samráðingarnar við hinar báðar samgonguflokkarnar, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin.

Teir vóru ikki sinnaðir at seta almennar sparingar í verk, samstundis sum teir ætlaðu at senda vinnilívinum og borgarunum stórar rokningar, sigur Jørgen Niclasen.

Hann vísur aftur, at sparingarnar, sum Fólkaflokkurin hevur kravt, hevði forkomið grundleggjandi vælferðartænastum, soleiðis sum løgmaður vil vera við longur niðri á Portalinum.

- Vit eru minst líka áhugaður sum nakar at varðveita okkara vælferðartænastur. Men Skulu vit varðveita tær í longdini, mugu vit taka eitt tak nú.

Jørgen Niclasen leggur dent á, at Fólkaflokkurin hevur slakað nógv.

-Tað seinasa uppskotið, vit tóku undir við, var eitt semingsuppskot frá løgmanni sjálvum løgmanni. Men tá ið vit høvdu góðtikiðið, varð tað tikið aftur og so gjørdust ikki meir.

Hann sigur, at tað, sum Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin vilja, er at føroyska samfelagið skal kosta tað sama at reka næsta ár, sum í ár.

Í veruleikanum er tað ein sparing upp á yvir 100 milliónir, tí pensjónistarnir verða fleiri, starvsaldur hjá alment settum hækkar og prísirnir hækka.

Samstundis er ætlanina at leggja avgjøld á vinnulív og borgarar.

Tað vil Fólkaflokkurin ikki góðtaka.

- Skulu borgarar og vinnulív klára seg við minni, er tað okkara krav, at eisini tað almenna skal klára seg við minni.

Men ístaðin fyri at spara á grundleggjandi vælferðartænastum, hava vit kravt, at alt, sum eitur fyrisiting verður lagt undir sjóneykuna.

Eitt nú hava vit yvir 20-25 stovnar í landinum, sum hava eftirlit av ymsum slagi. Vit hava Heilsufrøðiliga Starvsstovuna, Skipaeftirlit, Fjarskiftiseftirlit, Kappingareftirlit, Umhvørvisstovu, Brúkaraumboð, landsgrannskoðara, landssýrismálanevnd, Løgtingsins Umboðsmann og mangt annað.

- Tilsamans kosta hesir stovnar 200 milliónir um árið og vit vilja hava, at hesir stovnar skulu leggjast saman, tl nógv færri stovnar, sigur Jørgen Niclasen.

Annars brúka vit 800 milliónir til almenna fyrisiting og umsiting.

Vi hava mælt til at sparingin verður við nátúrligari frágongd, so at fólk verða ikki automatiskt sett fyri fólk, sum fara úr starvi Hvussu stór sparingin er, vil hann ikki siga.

Formaður Fólkafloksins sigur, at allir tríggir flokkarnir eru samdir um rættiliga nógv. Í dag verður ein roynd gjørd aftarat og hvussu fer at gangast, veit hann ikki.

Hann vil heldur ikki siga nakað um, antin Fólkaflokkurin vil góðtaka, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin leggja uppskotið fram uttan um Fólkaflokkin.

- Tað er ein hypotetiskur spurningur og dagurin í dag er ikki liðugur enn.

Kortini staðfestir hann, at semja var heldur ikki semja í samgonguni um ólavsøkupakkan ella um tær báðar seinastu fíggjarlógirnar og tað yvirlivdi samgongan.