Eitt borgarauppskot er ein skipan í Danmark, sum loyvir donskum borgarum at koma við uppskotum um samfelagsligar broytingar.
Um í minsta lagi 50.000 danir við atkvøðurætti stuðla einum uppskoti, áðrenn 180 dagar eru farnir, kann uppskotið roynast í Fólkatinginum. Teir ymsu flokkarnir skulu tá taka støðu til, hvør flokkur vil leggja uppskotið fram sum eitt uppskot til samtyktar.
Uppskot hava sett dagsskránna
Danska skipanin varð innførd fyri góðum ári síðani fyri at blanda borgaran meira upp í danskan politikk sum eitt íkast til fólkaræðið. Ymsar meiningar eru um, hvussu skipanin hevur hilnast, men í øllum førum hava danskir borgarar veruliga verið við til at sett dagskránna við nógvu borgarauppskotunum, sum eru innkomin á heimasíðuna Borgerforslag.dk hetta síðsta árið.
Fimm av uppskotunum hava fingið tær neyðugu 50.000 undirskriftirnar, sum krevjast fyri at koma inn um fólkatinggátt, men einki hevur vunnið frama hjá fólkatingslimunum enn. Fyrsta borgarauppskotið við 50.000 stuðlum snúði seg um at avtaka nógv umtalaða útbúgvingsloftið, og tað skapti sera nógv kjak og reaktiónir.
Aktuella dømið frá síðsta mánað er kollveltandi borgarauppskotið um nýggja veðurlagslóg, sum uppá einans 13 dagar fekk tær neyðugu 50.000 stuðlarnar. Hetta er ikki lagt fram í Fólkatinginum enn.
Reglur
Tað eru nakrar reglur um, hvat eitt borgarauppskot kann innihalda. Til dømis má eitt uppskot ikki vera í stríð við grundlógina. Skil má vera í uppskotunum, sum vil siga, at tað ikki má bera brá av lýsingakendum boðskapi, niðrandi útsøgnum ella einari skemtisøgu. Tílík uppskot verða vrakað av fyrisitingini hjá Fólkatinginum, sum skal góðkenna øll innkomin uppskot.
Í tilgongdini frá hugskot til alment borgarauppskot eru nakrar treytir. Eitt uppskot krevur ein høvuðsábyrgdarpersón. Hesin leggur uppskotið út á heimasíðuna og stendur alment fyri tí. Men høvuðsábyrgdarpersónurin hevur tørv á í minsta lagið trimum persónum, sum alment vilja standa fyri uppskotinum saman við sær.
Borgarauppskot í Danmark er í fyrstu syftu ein royndarskipan. Komandi ár skal skipanin eftirmetast, og Fólkatingið skal taka støðu til, um haldast skal fram við skipanini.