Hoyri nógvar søgur frá fólki, sum siga, at tað er alt ov møtimikið at fáa neyðugu og skjóta ráðgeving frá Tórshavnar Kommunu.
Tá ið tørvur er á hjálp ella vegleiðing um, hvørji rættindi ein hevur, ella hvar ein kann venda sær fyri at fáa neyðugu hjálpina, er umráðandi at fáa skjóta og góða tænastu.
Hettar er bæði tá tað snýr seg um tænastuveitingar og tekniskar umsóknir.
Tórshavnar Kommuna skuldi verið skipað við eini ráðgevandi eind, sum tók sær av tænastuveitingum. Ein eind, har ein og hvør kann venda sær, fyri at fáa neyðugu vegleiðingina, ella fáa møguleikan at fáa ein ráðgeva, sum kann taka um endan, og fáa sett í verk ta hjálpina, sum viðkomandi hevur rætt til, fyri at fáa eina betri lívsgóðsku og ein betri gerandisdag.
Í mun til umsóknir av meiri tekniskum slagi, eigur kommunan at tryggja eins viðgerð, og hava eina svarfreist, sum ikki er longri enn 14 dagar.
Tað eigur ikki at vera neyðugt, hjá fólki at ganga frá hurð til hurð, og frá Peri til Pól, ella kanska av tilvild kenna ein politikkara, fyri at fáa neyðugu hjálpina.
Borgarar hava skyldu til at fáa betri skipaðar og meiri einsháttaðar skipanir og mannagongdir.
Súna Mørk,
valevni hjá Javnaðarflokkinum











