Borgarar á Sandi fáa mold til dyrnar

Nú Virknis-og Umlættingardepil verður bygdur á Sandi, kemur nógv mold frá útgrevstrinum.

I samband við arbeiðið at byggja nýggja Virknis-og Umlættingardepilin á Sandi, hevur Sands kommuna tryggjað sær, at kommunan frítt kann ráða yvir moldini, sum kemur frá útgrevstrinum.

 

- Stórur partur av moldini er tí koyrdur inn í grótbrotið í Viku. Hetta merkir, sigur Sands kommuna, at allir borgarar í kommununi kunnu fáa sær av moldini fram til 1. januar 2016.

 

Sands kommuna vísir á, at tað eisini ber til at seta seg í samband við teir, sum gera arbeiðið, soleiðis at teir kunnu leggja moldina har, har borgararnir ynskja, at moldin verður løgd.

 

In.fo kann leggja aftrat, at tað eru ikki so fáir borgarar í Sands kommunu, sum hava fingið sær av moldini - og enntá hava fingið moldina koyrda upp á pláss, soleiðis sum viðhefta mynd vísir.