Tað er sambært Kringvarpinum Jóhann Simonsen í Havn, sum er stigtakari til listan.
Hann sigur við útvarpið, at tað skal vera ein listi, sum lurtar eftir fólkinum og ikki tekur atlit til einstaklingar, sum fara undir ávísar verkætlanir í býnum, at byggisamtyktir skulu haldast, og at kloakkir skulu umvælast.
Tað eru 32 ár síðani, at tað seinast eydnaðist einum borgaralista at fáa umboð í Tórshavnar býráð. Tað var tá Petur í Gong seinstu ferð varð valdur í býráðið. Hann var annars valdur á øllum valum frá 1960 til 1992, og listin hjá honum var í sjeytiárunum størsti flokkurin í Tórshavnar býrað við eitt skifti at hava fýra býráðslimir.
Á seiansta býráðsvalið stillaði ein borgaralisti upp. Hann fekk 70 atkøvður, sum svarar til 0,5 prosent av atkvøðun um.
Sjálvstýrisflokkurin fekk á seinasta býráðsvali í Havn 96 atkvøður, sum svarar til 0,7 prosent. Sjálvstýrisflokkurin hevur ikki av sæti í Tórshavnar býráð síðani 1980.
Miðflokkurin hevur ongantíð hav sæti í Tórshavanr býráð.
Framsókn, sum er minsti flokkur í býráðnum, hevur fingið eitt umboð valt á tveimum teimum seinastu valinum í 2020 og í 2016.
Her er úrslitið frá seinasta býráðsvali í Havn:
##med2##
##med3##
##med4##