Allir løntakarar áttu at fingið eina borgarakonto til lønina sum alternativ til bankarnar.
Rigmor Dam
Tíðin er búgvin at bjóða mastodontunum av. Allir føroyingar eiga at kunna fáa sína løn og kunna avgreiða síni grundleggjandi pengaviðurskifti uttan um bankarnar. Tí skal tað almenna bjóða øllum løntakarum eina borgarakonto og ein tryggan netbanka.
Bankarnir hava í fleiri ár útveitt tænastur til borgaran sjálvan at avgreiða, og deildir og kassar kring landið eru niðurløgd. Afturfyri noyðast vit at brúka ein dýran og óstabilan danskan netbanka, sum sambært bankastjóranum, er opin fyri teldusnýkum. Tí skulu vit hava eitt alment og trygt alternativ – við lítlum ella ongum umsitingargjaldi.
Tað hevur verið ov nógv ónøgd við bankarnar síðstu árini. Hesir somu bankar, sum vórðu bjargaðir av vanliga løntakaranum, tá ið kreppan rakti. Herfyri skuldu vit rinda fyri at sleppa at hava eina vanliga lønarkonto, men hetta bleiv tíbetur broytt eftir fólksligt og politiskt trýst. Ónøgdin hevur verið stór um illa lýddu »bidrøgini« av realkreditlánum, sum bankarnir sjálvir regulera. Telduskipanin varð flutt av landinum, og hóast føgur lovorð, gjørdist hetta ævintýrið eftir øllum at døma munandi dýrari fyri brúkaran enn lovað. Og nú var aftur galið, tá ið vit fingu tvey í at velja: Tekna teg til danskt Nem-id ella blív útihýst frá netbankanum og tínum egnu pengum – enn ein avgerð, sum varð broytt eftir fólksligt og politiskt trýst.
Monopol uppá føroyingin
Ov leingi hava vit lempað føroyingin upp í lógvarnar á bankunum uttan at krevja eina ávísa dygd, trygd og tænastu afturfyri. Tá ið samtíðarskattaskipanin varð sett í verk, vórðu allir føroyingar lóggivnir inn í bankarnar, tí ásett varð, at tú skuldi hava eina lønarkonto í einum góðkendum skattaavrokningarstaði, og higartil hava bara bankarnir verið góðkendir. Men sigast má, at bankarnir taka seg væl betaltar fyri at goyma og umsita tær mongu milliardirnar, sum føroyski løntakarin fær inn á kontoina árliga – og samfelagssinnið er so sum so.
Alternativ til bankarnar
Í øðrum londum er vanligt við cooperativum peningastovnum, har endamálið ikki er avlop, men at veita limunum tryggar, dyggar og ódýrar fíggjartænastur. Í Bretlandi er hetta heilt vanligt. Og nú eru Coop-handlarnir í skandinavisku londunum farnir undir slíkt virksemi, har matvøruhandlarnir eisini virka sum »bankadeildir«, sum veita kundunum vanligastu bankatænasturnar, herundir lán.
Forkvinnan í Pedagogfelagnum endurtók gamla hugskotið um ein fakfelagsbanka herfyri. Frálíkt um aðrir formenn- og kvinnur loftaðu hesum, og vístu veruligan samstarvsvilja í hesum máli. Feløgini kundu verið sterk á slíkum økjum, eins og við alternativari bústaðarbygging. Tey hava áður staðið saman um stór samfelagsgagnlig mál, so tað er bara at taka kappingina upp, eins og vit kenna frá til dømis Arbejdernes Landsbank í Danmark.
Vit høvdu giro-stovuna hjá Postverki Føroya, sum hevði verið uppløgd at víðkað, tá ið kjarnutænasturnar hjá postverkinum minkaðu. Tíverri valdi man heldur at niðurlaga hesa frálíku skipan, sum hóskandi kundi verið tiðnað uppaftur, nú fólk sjálvi kunnu umsita síni vanligastu pengaviðurskifti á netinum.
Ein cooperativur banki er ein møguleiki. Eitt fakfelagsalternativ ein annar. Endurskapan av Giro-stovuni ein triðji. Eisini eiga vit at kanna møguleikan fyri at loyva útlendskum peningastovnum at kappast við føroysku bankarnar.
Men politiskt eiga vit tryggja, at allir føroyingar kunnu fáa sína løn og kunnu avgreiða síni grundleggjandi pengaviðurskifti, hóast teir ikki eru kundar í einum av bankunum. Tí skulu vit hava eina skipan, har allir føroyingar hava eina trygga og dygga borgarakonto, har allar lønir verða fluttar á, og har netbanki er ein partur av skipanini.
Hava førleikan
Ongin ivi er um, at vit hava førleikan til at framleiða slíka skipan her í Føroyum, eitt nú í regi av Elektron ella Gjaldstovuni. Og hóast bankamál er felagsmál í ríkinum, so skal tað ikki forða okkum í at menna okkara egnu lønar- og gjaldsskipan. Vit hava í fleiri førum ment einfaldar og ódýrar skipanir til allar landsins borgarar, í mongum førum saman við fakfeløgunum; Samhaldsfasta, Barsilsgrunnin, Als, talgilda heilsuskipanin og kelduskattaskipanina. Skipanir, sum í øðrum londum eru munandi fløktari og dýrari at umsita enn okkara. Hetta er fyrimunurin hjá einum lítlum landi, har kompleksiteturin er avmarkaður.
Mugu kanna møguleikarnar
Tí eiga vit at kanna, hvat krevst; fíggjarliga, løgfrøðiliga og tøkniliga, fyri at stovna borgarakonto, har endamálið ikki er eitt avlop í hundraðmillióna klassanum, men vanligar pengatænastur til vanliga løntakararan, hvørs skattur verður drigin frá lønini, longu áðrenn hann fær hana í hondina – tí har er onki at avskriva ella at spekulera í allíkavæl. Hartarbeiðandi fólk, sum fara frá húsum á morgni fyri at fáa breyð á borðið – og ikki fyri at rinda ómaksgjøld í ovurmát til tey, sum hava átikið sær leiklutin sum løngjaldsstovur. Fólk, sum bara royna at fáa tað heila at ganga upp, ofta við lágum ella óstøðugum inntøkum, við húsaláni, rentustuðli, skáum og hópin av føstum útreiðslum.
Við einari borgarakonto kunnu fólk sjálvi umsita síni pengaviðurskifti á netinum, og so rinda bankanum og øðrum kreditorum mánaðargjøldini og aðrar rokningar tann vegin. Og í sama viðfangi kunnu vit so kanna møguleikan fyri einum Føroyakorti, okkara egna gjaldskort, sum vit kunnu heva og rinda við í øllum føroyskum handlum. Tað er bara um at koma ígongd.